4.9.18

Tað er alt stýrt úr helviti!


Um dagarnar hava kristin gjørt burtur av sær á feysbukkuni sum aldri áður. Orsøkin til kristna mannatrekkin á bukkuni er, at ein mamma hevur hoyrt, at barn hennara hevur verið til eitt LGBT tiltak í Norðurlandahúsinum fríggjamorgunin í farnu viku. Har skal ein lærari hava deilt møttu børnini upp. Akkurát sum í sunnudagsskúlanum og øðrum meinigheitsmatriklum. Nýskrivaða kristniøðin fer fram í fullum dagsljósi á Facebook, so øll kunnu fylgja við. Eisini tá Vinjard spyr óðu mammuna, Gudny, um tað var lærarin, sum deildi børnini upp. Tólv tímar eftir at hon sjálv hevur postað illsinisglepsið ætlar hon at fara at spyrja nærri:


Var ikki til staðar og veit tí einki um, hvat er farið fram henda feigdarmorgun í Sortudýki. Men av tí at eg sjálvur fyri Filmsfelagið varð biðin at innleiða eina sýning fyri sama tiltak niðri í Perluni veit eg, at hetta var ikki LGBT, men FIIMFF, sum stendur fyri Faroe Islands International Minority Film Festival, sum skipaði fyri. Fyri vinatænastuna, at innleiða ein aktuellan og virðisløntan bretskan film, fekk eg hesa litríku heilsan frá einum, ið rópar seg bardurj, sum heldur er bardur jesus enn Bárður Jákupsson:

Fara vit aftur til opna tráðin á Facebook, so kann lættliga lesast eitt áhugavert mannasýni úr tekstinum. Hetta mannasýnið rúmar hvørki Matteusi ella Lukasi, sum báðir ávarða um at døma. Føroyski facebookskrivarin sigur, at "hitt slagið", er eitt slag av ikki-fólki, sum fyrr var tolererað, bara tey hildu seg fyri seg sjálvi. Taka vit hesi bæði føroysku nútíðarorðini "hitt slagið" og skifta tey út við "nekarar", so fáa vit ein áhugaverdan tekst. Serliga um vit flyta hesa mannahugsan til eitt annað land og eina aðra tíð:


Mest skakkur gjørdist eg tó, tá eg las endasetningin í hesari viðmerkingini, sum í sama kristna kjaktráði vil vera við, at "Ideologiska stríðið er tíverri stýrt beinleiðis úr helheimi!"


Tað er støðan í Føroyum í tí Harrans ári 2018: Ideologiska stríðið er stýrt úr helviti! Tað kunnu vit hugsa um, hvørja ferð vit hoyra morgunlestur, møti og gudstænstu í almannavarpinum, hava kristni í skúlanum úr føroyskum skreytbókum og fáa vitjan av durapredikantum. Tað er alt stýrt úr helviti!