15.10.18

Ísrael á breddan


Aftur í ár hevur Ísraelska Sendistovan í Keypmannahavn útvegað tríggjar nýggjar ísraelskar filmar at vísa í Filmsfelagnum. Ísraelsku filmsdagarnir, sum eru almennir og ikki krevja nakran limaskap, verða í Havnar Bio í døgunum 12. - 14. november. Kendastur er filmurin Foxtrot (Samuel Maoz 2017), sum verður sýndur mikudagin 14. november kl 20.


Í Tel Aviv eru hjúnini Michael og Dafna í døpurhuga eftir at hernaðarmyndugleikarnir hava borið teimum boðini um, at sonurin, Jonathan, er deyður í krígnum. Akkurát hvussu hann er fallin og hvar líkið av soninum er, fáa foreldrini ikki at vita. Mamman fær straks okkurt sissandi, meðan pápin verður í øðini og fer at leita í fortíðini og sambandinum við mammuna.


Í altjóða høpi er Foxtrot einasti filmur úr Ísrael, ið hevur fingið so nógva umrøðu og rósandi ummæli, at hann at enda varð skotin upp at fáa Oscarvirðislønina sum besti útlendski filmur í fjør. Foxtrot vann dómsnevndarvirðislønina í Venezia í fjør, har leikstjórin fekk fyrstu virðisløn, Gyltu Leyvuna, fyri fyrsta spælifilmin, Lebanon, í 2009. Í Føroyum verður Foxtrot sýndur í upprunaversión men við donskum undirteksti. Leikstjóri er Samuel Maoz.


Nýggjasti ísraelski filmurin í ár er Red Cow (Tsivia Barkai-Yacov 2018). Filmurin, ið eins og hinir báðir eru á hebraiskum, hevur upprunaheitið Para Aduma. Hann skrivar seg inn í røðina av søgum, sum bera enska frámerkið coming-of-age, eins og føroyski filmurin Dreymar við havið. Red Cow verður sýndur mánadagin 12. november kl 20.


Red Cow, sum ísraelska sendistovan í Keypmannahavn hevur útvegað til sýning í Føroyum, er á hebraiskum og hevur enskan undirtekst. Spildurnýggi filmurin vann fremstu filmsvirðislønirnar á altjóða filmsstevnuni í Jerusalem í august í ár. Red Cow, ið fyrstu ferð varð sýndur á altjóða filmstevnuni í Berlin í februar í ár, fer fram í einum jødiskum býlingi, sum er mitt í Silwan, ið er muslimskur býarpartur í eystur Jerúsalem.


Heitið Red Cow sipar til reyðu kvíguna, sum er ein átrúnaðarlig fyrimynd úr hebraiskari mentan um reinsan, bjarging og frelsu. Í Gamla Testamenti lesa vit í Fjórðu Mósebók um lítaleysu reyðu kvíguna, sum ongantíð skal hava haft ok á sær, ella ongantíð borið kálv, og tí kann verða nýtt sum offur. Hon varð dripin uttanfyri tilhaldið og blóðið slett sjey ferðir á tjalddyrnar, og síðani varð kvígan brend øll sum hon var, og øskan av henni varð blandað við vatni og nýtt sum reinsivatn, eftir boðum frá Harranum, sum lýst í fjórðu Mósebók 19.1-22. Køn fólk siga, at jødar trúgva enn í dag, sambært jødadóminum, at ein kvíga skal finnast í Ísrael, sum einki lýti skal hava, tað vil siga, at ikki eitt hár skal hava annan lit enn reytt. Tá ið henda kvíga er funnin, kann tað nýggja templið í Jerusalem verða bygt. Ein tílíkur kvígukálvur varð til í Ísrael tann 28. august í ár. Hesin offurkandidaturin er undir strangum uppsýni av serfrøðingum innan rabbinatið í Jerusalem, sum ein liður í vónini hjá jødum, at byggja triðja templið, siga kønar keldur.


Í filminum Red Cow fylgja vit høvuðspersóninum, ið er seytjan ára gamla Benny, sum er einkardóttir ortodoksa jødan Josva, ið verður lýstur sum ein “Temple loyalist”. Samstundis sum pápin gerst alt meir sannførdur um reyðu kvíguna, ið gevur filminum navn, møtir hon Yael. Benny, sum aldri hevur kent mammuna, kennur seg nú í andstøðu við allar teir sannleikar, hon fyrr hevur góðkent.


Dómsnevdnin á filmstevnuni í Jerúsalem segði m.a. um filmin, at virðislønin varð givin fyri ”A performance that skillfully and simultaneously combines sensuality and tenderness.” Ummælarar siga, at “Red Cow is a personal and moving tale by Tsivia Barkai Yacov, delicately told thru the performance of Avigayil Koevary, Gal Toren and Moran Rosenblatt.”


Hetta er fyrsti filmur í spælifilmslongd hjá Tsivia Barkai Yacov, sum sæst omanfyri. Hon er útbúgvin á Sam Spiegel Film and Television School í Jerúsalem í 2005, og sigur soleiðis um Red Cow: “Benny’s yearning is deep and fiery and leaves her in an emotional vacuum, but she never stops seeking and believing in a life touched by love. That is the vision we want to convey to the audience. A vision of love and compassion that is fearless of what may be painful and demanding.“

Ísraelski sendiharrin í Keypmannahavn, Benjamin Dagan, fer at innleiða sýningina við Red Cow, sum er almenn eins og allar sýningar í Filmsfelagnum.


Ísraelski filmurin Outdoors, sum verður sýndur týsdagin 13. november kl 20, er um Gili og Yaara, sum ger av at flyta úr býnum. Tey vilja byrja parlagið av nýggjum og byggja eini hús á bygd í Galilea. Meðan dreymahúsini standa í gerð, fer grundstøði í teirra samlívi at ridla.


Outdoors, sum ísraelska sendistovan í Keypmannahavn hevur útvegað til sýning í Føroyum, er á hebraiskum og hevur enskan undirtekst. Filmurin vann virðisløn fyri besta handrit á altjóða filmstevnuni í Haifa í fjør. Meðan filmurin varð gjørdur, setti framleiðsluliðið fýra børn í verðina. Mannligi og kvinnuligi høvuðsleikarin, Noa Koler og Udi Razzin, eru nummar tvey og trý frá vinstru, og leikstjórin, Asaf Saban, er nummar fýra. Hinir báðir eru David Rudoy og Roy Ettinger, sum eisini eru úr filmsliðnum, sum gjørdi Outdoors.


Outdoors er fyrsti filmur hjá Asaf Saban í spælifilmslongd. Leikstjórin, sum fyrr hevur gjørt virðisløntar stuttfilmar, sigur soleiðis um filmin: “Outdoors is a portrait of a young couple in a crucial moment in life, while struggling to fit their hopes and dreams into the physics of reality. Through a series of episodes, all taking place around their house, I wish to explore the never-ending story of a couple who struggle to stay together. This dialectic movement between two people holds a simple-yet-deep human truth. I wanted to convey this by showing both point-of-views of every situation, without defining one protagonist or choosing the "rights and wrongs" of each side. I wanted the house itself to become another silent protagonist and to leave space for the viewers to fill in the gaps between the episodes, while observing the delicate ways in which a strong and healthy relationship slowly fractured. During the construction of the house Gili and Yaara are confronted by the tragic-comic way small details might suddenly look epic, and questions of identity may rise in unexpected ways through the painful process of realizing ideals. This conflict between reality and fantasy, and the eternal tension between the concrete and the symbolic, is also a fundamental element of cinema, and defining its long relationship with theatre. I wish to examine those formal connections by combining a free improvisatory feel of acting with a sense of staged scenes and archetype characters that go on and off "the stage" of the constructed house. Outdoors’ production started out when my brother showed me the place where he was about to start building his new house. The shooting lasted over a year, parallel to the real construction of the house. Noa Koler, the lead actress, discovered she was pregnant during the shooting, so I had to adopt the script and combine her real pregnancy into the fictional story. Except for Noa Koler's on-camera-pregnancy, there were 4 (!) more babies who were born during the long shooting period - Roy Ettinger the line-producer, David Rudoy the DP, Udi Razzin the lead actor and also myself, Asaf - we all became new parents behind the camera…”