Skip to main content

Nummar eitt av tveyogfjøruti á heimavølli


Nei, tað er ikki heimabóltur á fremmandum hondum, nei tað er beint her í okkara egna túni, at besta føroyska máltíðin verður serverað, heilt nágreiniliga í Áarstovu eitt fríggjakvøld í Havn meðan bátarnir liggja fyri teym á Eystaruvág, og eg fá eygað á ein luksussiglara av Argjum innan fyri Bursatanga.


Inni í Áarstovu bjóðar matstovuleiðarin, John Mikkelsen, og alt hansara lið av fryntligum og dugnaligum kvinnum og monnum, vælkomin. Frá vinstru eru tær Barba, Ása Maria og Ásvør. Nú eru vit í teirra hondum.


Skeltið hjá gøtunavnanevdini boðar frá, at vit eru í Sandskoti, sum er smogan millum Áarstovu og Fútastovu.

Í køkinum í Áarstovu eru í kvøld Hans Petur, Sigbrandur, Sveinur og Rói.


John Mikkelsen er yvirtænari á matstovunum, sum eru í grannalagnum heima í Havn, ið umframt Áarstovu eisini telur Fútastovu, Ræst og Barbara Fish House. Tær eru allar á toppinum hjá brúkarastýrdu nettænastuni TripAdvisor. Koks hjá sama samtaki, Gist og Vist, er ósvitaliga nummar eitt í Leynum, við góðum ummælum og uttan undantak við fullum stigatali. Tað er ikki bara í hondbólti, at vit hava bart okkum upp á altjóða tindarnar. Heita heystkvøldið í Áarstovu byggir lutvíst á avbjóðandi mótsetningar, sum ganga væl hond í hond. Tað boðar prentaða matskráin frá, tá eg hefti meg við dessertina, sum er sjokoláta við garnatálg.


Men fyrst er tað ein ófiltrerað og ein dropatikin heilsan frá Føroya Bjór, sum til høvið bjóða eina serstakliga smakkfulla heystbjór og ein kaldan akvavittsnaps, hin fyrra við mynd av Áarstovu og Knútsstovu niðast í høgra horni á etikettini. Professionelt og á heimavølli. Nú er strikað av og gyrt inni eitt heystkvøld


Men fyrst er tað skinkan av Trøllanesi og osturin úr Múla, sum Johan Mortensen hevur arbeitt við í sjey ár. Nú er hon góð, skinkan, sigur Johan, sum borðreiður við kaffimajonesu, osti og breyði. Og nú vit tosa um breyð, má eg nevna og viðmæla Bailine-breyðið, sum Sólgerð bjóðaði afturvið morgunkaffinum á arbeiðsplássinum í morgun. Tað er so angandi fult av korni, at tað er uttan mjøl. Men her er tað Johan, sum afturvið prátinum í Áarstovu bjóðar fyrsta heystrættin meðan vátaslettingurin slær á gluggan. Hetta er rætta tíðin at fara út at eta.


Eftir hetta søguríka undirkast kemur lambslivur, sum er malin til fína mousse, løgd á evarska tunnar dálar av súltaðum súrepli, ið flyta seg surrealistiskt, sum í einum Fellinifilmi, tá tú etur hesa sjáldsamu heystmáltíð. Afturvið er fyrra sjerriglasið, sum er ein myrk og smakkfull amontillado frá Lustau í Spania.


Heyst er súpanartíð. Her eru epli heiman av Sandi støðið, tá kokkurin hevur gjørt eina framúr fjálga eplasúpan við lambskrotum, chitterlings, ið geva ein góðan ráka av heystlambi og fiti. Visuella endastrokið er brenda grønleyksoljan, sum á mynstruta borðiskinum ger upplivingina perfekta fyri eygað. Seinna spanska sjerriglasið, sum er fino, úr góðu palominodrúvuni, gevur ein fínkaðan og foredlaðan heystsmakk, sum liggur leingi á. 


So kemur høvuðskokkurin, Svein Patursson, við mest spennandi smárættinum, ið er hvítanýra í spinati, lagt á saltbakað hvíttkál. Smakkurin er sum foie gras, bleytt og salt, og søtkryddaða pinot gris vínið frá Leon Beyer í franska partinum av Alsace kínir góma og tungu.


So kemur høvuðsrætturin hetta heystkvøld í Áarstovu á borðið. Tað er úrbeinað feskt lambstjógv, sum er stokt serliga leingi, og borðreitt við grøntkáli, gularót, reyðrót og epli heiman av Sandi, sum helst er Føroya besta lendi til júst epli og grønmeti av Spitzenklasse á bestdámdu matstovu heima í Havn. Afturvið er breitt og smakkfult reyðvín, gigondas, frá Delas har suðuri í Rhônedalinum.


Høvuðsrætturin er so leskiligur, at tú fært hug at pilka av fatinum, meðan tosið gongur um, at eingin maður ella kvinna er ein oyggj, no man is an island, meðan vátaslettingurin stendur við. Veit ikki, um tað vóru eistini, Hemingway ella hondbóltsdysturin á útivøll í Skjern, sum leiddi til tosið um, hvørt klokkurnar brátt ringja fyri okkum ella øðrum, nú heystið er fyri og hann kavar av møkum.


John brýtur hugfarsliga tosið og latentu vetrartyngdina av við dessertsjerri av besta slag, posjeraðari peru, súrgaðum mjólkakremi við dillolju, og so kaffi og Ron Carvatio XO rommi og endaligu sjokulátini, sum smakkar av garnatálg. Sjáldsama lokandi smakkur eitt heystarkvøld.



So fara vit til hús, og seta varislig fet í nýfalnum midnáttarkava. Dagin eftir er kavin burtur. Tað er heyst, og stundir eru at lurta eftir hondbólti á útivølli. Manga takk!