Skip to main content

Tað verður óstuttligari, um tit avhøvda Óla


Við støði í eini Andøvsløtu á sendistøðini R7, sum eisini hevur havt Jóan Paula í Geil í gestarúminum í enn snedigaru sendingini Metis, eru privatpersónarnir Pauli Trond Petersen og Erling Eidesgaard blivnir so mikið stoyttir, at hin fyrri brúkar mikrofonina í løgtinginum, har hann er valdur at gera lógir, og hin seinni meldar á politistøðini, sum ein og hvør borgari eigur at gera.

Markið er nátt og nú tala vit at, siga teir báðir sum virknir borgarar í einum fólkaræðisligum samfelag. Báðir hava framført greiðar orsøkir til júst at tala at.

Eftir at frálíka útvarpssendingin Pressan, sum freelancarin Øssur ger, eisini tók evnið upp næstsíðsta fríggjadag, er landstýriskvinnan við ábyrgd fyri miðlum og miðlastuðli gestur í týdningarmestu kringvarpssendingini, Degi og Viku í kvøld. Hon er týðuliga indignerað um haturstaluna í umrøddu sendistøð. Eins og tjóðveldismaðurin á tingi vil hon hyggja nærri at sendistøðini, hennara loyvi at senda og grundarlagi fyri at fáa miðlastuðul yvirhøvur.


Endiliga fingu vit eina hondgrípiliga reaktión um óakseptabult innihald í heimamiðlum, sum undir kristnum fernis senda hvítvaskaða rasismu av Übermenschsslagnum inn í hvørja Bíbilstovu uttan at nakar rópar varskó. Tað er orð fyri søgn.

Gamaní er tað brot á alla stjórnarskipanarliga siðvenju, at løgtings- og landstýrisfólk skulu blanda seg uppí innihald í fjórða statsvaldinum og sum ketta burtur úr høvdatrog mæla til sensur. Men tá hetta sonevnda fjórða statsvald, tað er pressan, er so lítið at sær komið, at tey ikki sjálvi klára at skipa egið tilfar og enn minni at stýra innbodnum gestum, so er uppskriftin at "sløkkja lortið", sum innbodni gesturin er so kendur um tað ganska land fyri at siga upp í saman, so eingin troystar sær at brúka tann annars so frálíka mátan at skapa kjak undir tíðindum. Sløkk lortið. Og skuldi nakar ivast, so er lortið tær meiningar, sum kjarnupersónurin í egnum navni kastur upp á hvønn kjakvegg, tann sendistøðini, ið hýsir honum og serliga besnissaði mikrofonhaldarin, sum geilar mannin upp.

Er tað problematiskt, at politikarar nú leggja seg út í innihald í pressuni, so er tað enn meira problematiskt at heimapressan ikki sjálv megnar at halda skil á egnum sendingum og innihaldi. So leingi sum heimapressan er so veik, mugu vit finna okkum í at politikarar eru, ið vilja gera pop-up handlar, ið loyva teimum at leypa yvir í fjórða statsvaldið, sum var tað teirra egna rásarúm og andøvsløta, meðan tey sita á tingi.

Men tað verður ein bæði ófrælsari og óstuttligari heimapressa, um tit avhøvda Óla og hansara hevdvunna happingarskemt, sum altíð hevur hildið lív í føroyskum miðlum og ger tað enn.

Ábyrgdin er tykkara, kjera heimapressa.

Soleiðis er tað.