Skip to main content

Ikki fyrr enn tá - er vinnarin!


Oddfríður Marni Rasmussen vann Bókhandlaravirðislønina í 2018, sum var latin á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í dag. Heitið á skaldsøguni er Ikki fyrr enn tá. Vinningurin er 100.000 krónur og útgávusáttmáli við forlagið Sprotan.

Grundgevingin hjá dómsnevndini er soljóðandi:

Føroyskur skaldskapur hevur við Ikki fyrr enn tá fingið eina nýggja rødd. Her er talan um eina sannførandi skaldsøgu, ið er skrivað av einum sannførandi høvundi um eitt týdningarmikið evni, ið okkum tørvar at seta orð á. Søgan snýr seg um ta vanlagnu tað er, tá makin fær ólekjandi heilakrabba, men tað er støðan hjá tí avvarðandi, ið verður so meistarliga lýst. Ikki einans er hetta ein ræðandi og hjartanemandi frásøgn - hon er eisini so sera týdningarmikil at hava á føroyskum máli.

Skaldsøgan setur flugubein við allar tær røttu yvirskriftirnar. Mál, frásøgufólk, frásøguháttur og sjónarhorn, nærlagni, flow og fokus, bygnaður, samanhangur - alt arbeiðir saman og ger skaldsøgan til eitt heilskapað verk, ið ein ikki gloymir, men kann lesa umaftur.

Rithøvundurin megnar sera væl at lýsa støðuna hjá einum pari, bæði meðan deyðin skilir tey, og hvussu tilveran er hjá høvuðspersóninum, ið eftir situr. Tí, hvør eri eg, tá ið mín maki vegna sjúku broytir persónsmensku, og hvør er mín maki tá? Og hvussu kann ein fóta sær aftur aftaná?

Tað er hendan torføra og til tíðir vónleysa leitanin eftir “orðinum”, ið skaldsøguni eydnast til fulnar at lýsa. “Orðið” sum kann hjálpa okkara høvuðspersóni at rúma og yvirliva samanbrestin og stríðið við deyðan. “Orðið” sum kann forloysa, sum kann linna, sum kann ugga, sum kann geva tilveruni eina meining og eitt virði aftur.

Og tað er aftur hetta, ið okkara høvuðspersónur skal loysa við at skriva seg gjøgnum sorg, tap, sakn, líkasum rithøvundurin gera tað. At seta orð á okkara innara mál og gera tað subjektiva í einari vónleysari støðu atkomuligt hjá lesaranum, til tess at vísa á, at mínar kenslur eru felags kenslur, sum vit ikki skulu skammast við.

Ein tílík søga kann lættliga gerast alt ov sentimental og døpur. Evnið er ikki til at taka feil av. Men her vísur skaldsøgan allatíðina eitt yvirskot. Hóast søgan er døpur, so er hon ikki deprimerandi, tunglynt ella svartskygd. Og sentimentaliteturin verður alla tíðina skotraður burtur av einum áhugaverdum og sannførandi høvuðspersóni, ið veruliga roynir at fáa tamarhald á sær sjálvum og sínum lívi aftur.

Harafturímóti er søgan ótrúliga rørandi, skelkandi, syrgilig, bersøgin, realistisk, lívsjáttandi og ikki minst aktuell, sigur dómsnevndin at enda.

Í dómsnevndini vóru Pætur M. Dahl, Bergljót av Skarði, Hanne Jacobsen, Jonhard Mikkelsen, Eileen Anthoniussen og Ann Ellefsen.

Bókadagarnir í Norðurlandahúsinum halda fram í dag, og í morgin. Skráin er pakkað við áhugaverdum tiltøkum, sum øll eru hjartaliga vælkomin til, siga tey úr Norðurlandahúsinum.

Til lukku, Oddfríður - høvundur, lærari, fotografur, ritstjóri, fleirfaldur virðislønarmóttakari - og niðanfyri eisini í litum í Steinprenti á ólavsøku í 2015!