16.11.18

Kvinnufilmar í felag


Kovboyfilmar vita vit, hvat er, men hvat er ein kvinnufilmur? Eru tað filmar um kvinnur og kvinnuviðurskifti; filmar, sum kvinnur gera, ella bæði og kanska okkurt triðja?


Í september royndi Filmsfelagið at seta nýggjar kvinnufilmar á skrá í Havnar Bio og í Norðurlandahúsinum, eisini ein føroyskan, við góðum innleiðarum, sum allir vóru kvinnur. Frálíkt tiltak, spyrt tú meg. Tí samstundis kom eisini fram, at nógv tey flestu, sum ganga í biograf, eru kvinnur. Kvinnur eru vorðnar mentanarberar, tað er sjón fyri søgn, fert tú í biograf eitt fulsett kvøld.


Nú fer Filmsfelagið at vísa fyrsta filmin hjá svensku Isabellu Eklöf (f.1978), sum ber lagaliga frítíðarheið Holiday og hevur eina so flotta plakat, at tú skuldi trúð at hetta var lokkandi sponsorvirksemi og product placement frá charterturismuni. Men so er ikki. Svenska Isabella, sum er útbúgvin á danska Filmskúlanum í 2011, skrivar og skapar hennara egna veruleika, sum vit fyrstu ferð sóu í svenska filminum Gräns, sum vann Un Certain Regard í Cannes í summar. Tá skrivaði hon handritið.


Nú hevur hon gjørt fyrsta filmin í spælifilmslongd, har hon eigur bæði søgu og leikstjórn. Longu við ársbyrjan vórðu hon og filmurin Holiday boðin við í kappingina á víðagitna Sundance Film Festival, sum hvørt ár í januar er í Park City í Utah. Og tað er ikki hvør sum helst, ið stovnaði festivalin.
- Storytellers broaden our minds: engage, provoke, inspire, and ultimately, connect us, sigur festivalstovnarin Robert Redford.


Ein av ídnastu filmsummalarunum í Danmark, Kim Skotte á Politiken, sigur, at í nýggja filminum hjá Isabellu Eklöf letur hon mannliga høvuðsleikaran, Lai Yde Holmegaard, verða eina sannførandi danska transformatión av Goodfellas (1990) hjá amerikanska Martin Scorsese. Og her er tað, at unga vakra kvinnan verður sett inn, mitt í eina mannfólkaverð, ið sjónliga er stýrd av harðskapi, sum Sara Skaarup sigur. Hon skrivar fyri mentasíðuna Heartbeats á netinum. Saman við einum sálarfrøðingi hevur hon verið í biograf, og sigur, at filmurin Holiday á harðrendan hátt lýsir tað samband, sum er millum makt, aggressión og myrkastu loynikrókar í seksualiteti. Tí er hetta tann filmur, sum eg eri mest spentur at síggja. Hann tekur eitt nýtt lørift at mála eina gamalkenda søgu á. Eina søgu, sum eg ikki havi sæð fortalda fyrr á filmi á henda hátt á okkara leiðum.


Seinni koma aðrar variatiónir av óformella hugtakinum kvinnufilmur. Franski kvinnufilmurin Les Gardiennes, sum verður sýndur við donskum undirteksti og við heitinum Vogterne, er um kvinnur, sum í 1915 arbeiða á einum bóndagarði í Fraklandi meðan fyrri heimsbardagi herjar. Filmurin verður sýndur mikudagin 16. januar í nýggja árinum.


Móðir og dóttir, bæði á filmi og í veruleikanum, eru 70 ára gamla Nathalie Baye og 34 ára gamla Laura Smet. Í veruliga lívinum var pápin er Johnny Halliday, sum andaðist í fjør, 74 ára gamal.


Danski leikstjórin, Pernille Fischer Christensen (f.1969), hevur gjørt svenska filmin um hina ungu Astrid Lindgren (1907-2002), Unge Astrid, sum hevur altjóða heitið Becoming Astrid. Alba August (f.1993), sum er dóttir kendasta norðurlendska filmsparið, Bille og Pernille August, hevur høvuðsleiklutin sum hin lívliga og unga Astrid. Vit fylgja henni í kirkju, tá hon hoyrir um Sodoma og Gomorra, í dansistovuni, til arbeiðis sum framfúsin blaðkvinna í heimbýnum, og í truplu tíðini, tá hon verður við barn og sendir barnið til Danmarkar til fosturs. Filmurin um hina ungu Astrid verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 30. januar í nýggja árinum. Og har eru fleiri kvinnufilmar í væntu - í nýggja árinum í Filmsfelagnum!