23.11.18

Ræstkjøtaburgari


Hetta er hann, Ræstkjøtaburgarin, sum Street Food borðreiddi við uttan fyri handilin hjá Svend Krosstein á Hálsi í Havn í dag, svartafríggjadag. Hevði sett mær fyri, einki at keypa henda mammonsdag, men fall fyri freistingini, tá nakrir starvsfelagar settust við borðið at eta Ræstkjøtaburgaran við knívi og gaffili.


Fyrsti bitin er so herskin, at tú ynskir tær eina myrka øl afturvið. Tað smakkar av summarstevnu og tú ynskir tær eisini vind í andlitið. Hetta er ein burgari, ið skal etast úti og helst á stevnu. Men næsti biti normaliserar smakkleykirnar á tungu og í munnholu, so nú er alt á sløttum. Ein svølg av kaffi og hetta er ein búrmáltíð svartafríggjadag, nú jólaborðhaldini byrja.


Fyri hundrað krónur fært tú eina heila máltíð, og er tað ikki nóg mikið, so fært tú eisini rísalamand við raffineraðari kirsjuberjasós omaná. Tá er máltíðin eitt heilt jólaborðhald. Manga takk!