22.12.18

Bier í blindum


Í nýggja Netflixfilminum Bird Box letur danska Susanne Bier (f.1960) okkum uppliva eina nútíð við eini ræðandi innrás, sum vit aldri síggja. Bara fuglarnir síggja innvasiva fíggindan, sum fær fólk at gera sjálvmorð. Loysnin er at ganga í blindum, tað er at hava bind fyri eyguni. Ein nøtrisøga, sum minnir um War of the Worlds hjá H.G.Wells frá síðst í 1800-talinum, Invasion of the Bodysnatchers frá fimmtiárunum, og mordarasøgurnar hjá Agathu Christie, har fleiri og fleiri fella frá, og uppgávan er at gita, hvør er fíggindin. Bird Box er í tveimum løgum, fimm mánaðir undan, og so nú, tá Sandra Bullock flýggjar í blindum í báti við børnunum boy og girl. Og so er spoiler alert, ávaring um, at avdúkað verður, hvat hendir, um tú ætlar tær at síggja undirhaldandi nøtrisøguna heima í stovuni: Mest áhugaverda í Bird Box er, at saman við jarðarmóðirin, vit sóu í byrjanini, enda øll tey yvirlivandi, sum enn hava sjónina, á einum amerikanskum blindaskúla. Tað næstmest áhugaverda í øllum filminum er ein gerandisligur tilverusetningur, sum verður sagdur í byrjanini meðan skotvápn eru á lofti í køkinum: Make it great again. Filmurin er úr landinum, har núverandi forsetin plagar at siga nakað líknandi. Bird Box sæst á Netflix og er ein upplagdur filmur til undirvísing í dómadagsfilmi og frásagnarsnildi.