Skip to main content

Filmsfelagið spennir seg út



- Meir altjóða og spennandi kann tað neyvan verða enn í Filmsfelagnum beint nú. Soleiðis sigur Filmsfelagið ídag, og heldur fram við at nevna filmarnar, sum standa ovast á skránni beint nú.

- Fyrst ein franskur, síðan ein svenskur um Astrid Lindgren í rebelskum ungdómsárum, so ein Oscartilnevndur úr Libanon um drongin, sum saksøkir foreldrini fyri at hava sett hann í verðina, nýdanska meistaraverkið Før Frosten, har høvuðsleikarin Jesper Christensen sjálvur verður til staðar, og nýggjasti filmurin um van Gogh, har Willem Dafoe hevur størsta leiklut, síðan hann spældi Jesus í Last Temptation of Christ, sum Filmsfelagið vísti í 1989 og mundi verið meldað til politiið. Jú tú, tað er enn í Filmsfelagnum at tað sker. Kom við, sigur Filmsfelagið at enda.

Sýningarnar hjá Filmsfelagnum eru í Havnar Bio, har felagið varð stovnað í 1962 undir navninum Filmslistafelagið. Stovnarar vóru Eyðun Johannesen, Erling Simonsen og Fraser Eysturoy.