Skip to main content

Melissa Lindgren verður gestadómari


Svenska Melissa Lindgren verður gestadómari, tá Geytavinnarin skal finnast í Norðurlandahúsinum 23. februar í ár. Melissa er listarligur leiðari í Tempo Dokumentarfestival, sum er í Stockholm í døgunum 5.-11. mars í ár. Stevnan, sum byrjaði í 1989, er hin størsta at vísa heimildarfilm har í landinum.

- Det är första gången jag besöker Färöarna, men jag har länge velat åka dit, sigur Melissa, ið lýsur svensku filmstevnuna soleiðis:

- Tempo Dokumentärfestival är Sveriges största festival för dokumentära uttryck. Vi visar film, radio, foto och VR för en stor publik i Stockholm varje år, och vår mix av genres gör oss unika även internationellt. Tempo har även ett inspirationsforum för bransch- och filmverksamma, ett flertal pris för film och radio, en pitch för svenska projekt, samt en konferencier om Impact Producing kopplade till festivalen. Utöver festivalen anordnar vi utomhusvisningar, förhandsvisningar och aktiviteter för ungdomar året runt.   

Filmsfelagið hevur í 1980'unum víst stuttfilmar við gamla svenska leikstjóranum Arne Sucksdorf (1917-2001), og tá Filmsfelagið byrjaði av nýggjum fyri fimm árum síðan, varð Searching for Sugarman, sum svenski Malik Bendjelloul (1977-2014) gjørdi, vístur í Havnar Bio.

Í 1989 var svenski Stefan Jarl (f.1941) ein av 130 altjóða gestum á eini norðurlendskari filmstevnu, sum Filmsfelagið, Norðurlandahúsið og Danski Filmsstovnurin skipaðu fyri í Havn. Ein av Tempo-virðislønum er í dag kallað eftir honum, The Stefan Jarl International Documentary Award. Tað fær meg at spyrja Melissu, hvussu svenskur heimildarfilmur hevur tað í dag?

- Dokumentärfilmen i Sverige är väldigt mångfacetterad. Vi ser allt från större mer konventionella produktioner, som porträtt av kända personer, till mer konstnärliga högst personliga filmer. Vi ser även en stor politisk kraft inom mediet, och allt fler regissörer använder dokumentärt berättande för att skapa opinion och förändring. Jag är glad att vi har ett stödsystem som har tillåtit för ett mångfald röster att berätta sina historier. Jag hoppas vi kan bevara den styrkan inom svensk dokumentärfilm, sigur Melissa, sum eg spyrji, um hon kann peika á ein yndisfilm av heimildarslagnum beint nú?

- Jag har ingen direkt favoritfilm, men samtliga filmer, som presenteras på festivalen på Färöarna, är favoriter från senare år. Här ser vi också en mix av etablerade regissörer och nya förmågor, och jag vill genom programmet visa på bredden inom svensk film, lovar Melissa, og sipar til filmstevnuna TÓFF, sum byrjar við Geytanum 23. februar í ár. Men hvør er yndisfilmurin hjá Melissu, um vit fara í biograf at hyggja eftir spælifilmi í dag?

- Jag var väldigt förtjust i Gräns (Ali Abbasi 2018), och tycker den filmen känns väldigt innovativ och skildrar nånting, jag inte sett på film tidigare. Men om jag ska vara helt ärlig hinner jag inte se så mycket spelfilm, det blir väldigt mycket dokumentär för mig!

Geytadómsnevndin hevur hvørt ár bjóðað einum útlendskum dómsnevndarlimi at vera við í metingini, tá besti føroyski stuttfilmurin skuldi finnast og fáa Geytan. Fyrsta árið var tað listarligi leiðarin á norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck, Linde Frölich. Tann filmsstevnan hevur verið hildin í 60 ár og hevur altíð havt tætt samband við Føroyar. Til dømis vann Katrin Ottarsdóttir fyrstu virðisløn í Lübeck í 1989 fyri Atlantic Rhapsody, sum er fyrsti føroyskt framleiddi spælifilmur.

Útlendsku dómsnevndarlimirnir vóru síðan amerikanska Meira Blaustein, ið er knýtt at Woodstock Film Festival, norska Silje Engeness, sum er leiðari fyri Kosmorama í Tróndheimi og finski Petri Kemppinen, ið er stjóri í Nordisk TV & Film Fond í Oslo. Í fjør varð fyrsti arbeiðandi filmsleikstjóri boðin við í Geytadómsnevndina. Tað var íslendski Hlynur Pálmason, sum eisini sýndi nýskapandi filmin Vinterbrødre.

Atgongumerkjasølan til Geytan og TÓFF í ár er byrjað á vanligu støðunum.