6.2.19

Er tað ein dygd at verða síðst?


Klokkan 17:44 kann privati tíðindaportalurin In.fo við privatu sendistøðini FM1 sum keldu siga okkum, at javnaðaruppstillaði tinglimurin, Sonja Jógvansdóttir, sleppur ikki í Tjóðveldi, hóast hon hevur meldað seg inn í Eysturoyarpartin av tí flokkinum. Vit fáa nágreiniliga at vita, hvussu limir í flokkinum hava atkvøtt fyrr og ímóti at innlima Sonju í Tjóðveldi á tingi.

Ein tíma áðrenn, tað er klokkan 16:46, kundi eins privati miðilin VP kunngera tað sama niður í somu smálutir, at Sonja Jógvansdóttir varð vigað og funnin ov løtt og slapp ikki í Tjóðveldi.

Hvørki kl 17 í landsfíggjaða lisens- og public service útvarpinum, ella kl 19 í eins almentfíggjaðu Degi og Viku fingu lisensgjaldarar sum tað fyrsta at vita um prekeru støðuna, sum privatu miðlarnir høvdu snoddað seg fram til fyrr um dagin. Til dømis við at byggja á hesi ikki sørt hevdvunnu dagstíðindi, eins og mangan verður bygt á útlendska DR, sum nokkso fast er almenna føroyska eygað út í heim, um also Ekstrablaðið ikki er tað. Gamaní fingu vit í Degi og Viku eitt egið bandað prát við Annitu úr Tjóðveldi, har vit máttu bíða heilt lengi til svarið uppá ítøkiliga spurningin, er hon inni ella úti, kom, also ein óbroytt endurtøka av einfalda svarinum, sum privatu miðlarnir høvdu avdúkað meir enn tríggjar tímar frammanundan.

Seinasta árið havi eg undrað meg yvir, at Útvarpstíðindini, sum eru hvønn dag - tað er Dagur og Vika ikki enn - hava sett sær fyri at bøla yvir tíðindum, sum øll vita av. Privatu miðlarnir eru mest sum altíð fyrstir. Ikki tí at journalistikkur í einum og øllum skal snúgva seg um at verða fyrstur, men hví í allari víðu verð er tað so ofta ein málsetningur hjá Kringvarpinum at verða síðstur?

Og allarmest og allaroftast havi eg hugsað um manglandi almenna hugin at sitera privatar keldur - tað eru øll hini - í landinum, so sum teir báðar ella tríggjar privatu miðlarnar í hesum føri. Fór nakað av Kringvarpinum, um siterað varð frá einum teirra ella øllum? Ella lúka hesir miðlar ikki grundtreytir í journalistiskum sitatrætti? Nei, eg bara spyrji meða eg undrist yvir einum koppi av gruggutum kaffi.