1.2.19

Falstíðindi hótta fólkaræði


38 ára gamla Charlene White er bretsk sjónvarpsstjørna, sum er í starvi hjá stóra privata Independent Television News (ITN) har hon er vertur í ITV News í London. Eg møtti henni á Bett Show í London í farnu viku.

- We all have a responsibility to make sure young people understand the difference between what’s real and what’s fake online. It’s important we give them the tools to navigate the fake news arena, so they can form their own balanced opinions of world affairs, once they have all the facts. Which makes what we do as journalists evermore crucial, sigur Charlene White á Bett Show í London, har hon hevur sett falstíðindi og keldukritikk á skrá fyri skúlafólki og undirvísarum, eisini úr Føroyum.


Falstíðindi er fremsta evni hjá fleiri stevnumyndarum, policy makers, sum eru á Bett Show í London í ár. Falstíðindi er ikki bara eitt journalistiskt fyribrigdi í tíðindafloyminum, sum vit vaksnu kunnu tendra og sløkkja fyri, men eisini eitt vandamál hjá børnum og teirra vælveru, sigur bretska blaðið The i, sum JPIMedia eigur saman við The Scotsman og í 2015 varð kosið National Newspaper of the Year.


Útvið 20 ár hevur Charlene White arbeitt fyri sjónvarp og útvarp hjá BBC, álinjutænastum hjá the Guardian og New York Post. Hon var yngsta og fyrsta svarta kvinna at lesa tíðindi hjá ITV News At Ten og noktaði at seta eina Puppy í reversið, tá árligi minningardagur var í Bretlandi 11. november í 2013: - I prefer to be neutral and impartial on screen so that one of those charities doesn't feel less favoured than another, segði hon á Twitter og fekk hópin av rasistiskum og sexistiskum álopum. Í dag sæst hennara portrettmynd á framsýningini Black Is The New Black við sterkum bretum, sum eru svartir, ella influential black Britons, sum sagt verður á the National Portrait Gallery. Hon er mentor hjá ungum journalistum og við á bretska Powerlist of the most influential black professionals. Her er aftur eitt klipp úr The I, har Charlene White úttalar seg um børn og falstíðindi.


Josh Phillips frá the Institute for Strategic Dialogue (ISD) er er eisini við skúlapallborðið um falstíðindi á Bett Show í London í ár. Hann er longst til høgru á myndini niðanfyri: - Students today have an incredible opportunity to harness the endless potential of the internet. ISD’s education projects support schools, parents and policymakers in the UK and internationally to empower students to become responsible digital leaders. Our resources give students the tools to critically approach the mass of online information, spot fake news, and contribute to an exciting and positive digital world.


Susanna Goldschmidt, sum er stjóri í Discovery Education, ið skipar fyri tiltakinum, tí tey gera talgilt innihald til bretska skúlan um falstíðindi, sigur: - Discovery Education is delighted to be back at this year’s Bett and looking forward to meeting with pupils and teachers from across the UK and beyond. We’re thrilled to be partnering with ITN Productions and the Institute for Strategic Dialogue on the important issues of fake news and digital literacy, helping teachers to empower their pupils to be critical 21st century news consumers.


Media literacy, digital literacy, digital criticality bretsku heitini eru mong, sum Bett Show-talarin, Sarah Horrocks, frá London Connected Learning Centre, brúkar. Í greinini Reality checks í Technology & Innovation minnir hon skúlan á, at falstíðindi hótta fólkaræði. - Digital criticality brings to light the uncomfortable reality that there are actors out there who are purposefully fuelling misinformation. The inherent risk is that young people can feel alienated from all media. By undermining credible news outlets, fake news can harm democratic culture itself. Citizens can grow to lose trust in the very journalists who work to uphold the free press, a pillar of modern democracy.

Tilboðini, at forða fyri ringastu avleiðingunum av falstíðindum og manglandi keldukritikki gjøgnum eitt heilt skúlalív, er millum annað at læra yngstu næmingarnar at forrita, sum omanfyri, so at tey eins og í bókini um Gandaða Lyklaholið læra navnið á trøllinum og taka alla makt frá tí, trøllinum. Onnur, eg møtti á Bett Show í London í farnu viku, mæla til kreativa skriving, tekning, og filmsgerð. Tí tey eru kjarnuvirðini, sum skúlin og øll læring byggir á, serliga skriving, sum flestu tykjast hava gloymt í meldrinum av nýggjum gadgets uttan henda, sum á einum háteknologiskum fyrilesturi tekur notat sum ein gamaldags stenografur við blýanti.

Omanfyri er kreativur skriviverkstaður og niðanfyri er Melanie Cambridge úr Surrey farin at tekna og mála við bleytum pastellkritum, sum tey selja á básinum. Eina løtu seinni hevur hon eina aðra mynd við somu kritum, ið eisini kunnu brúkast sum vatnlitir. - I have always loved painting, especially in oils and particularly en plein air where to capture the fleeting light in the landscape is both a challenge and a delight. I have been a professional artist and tutor for many years. Alongside my own work, I teach art and wanted my students to see how having good quality colour would help them to improve and produce paintings which are vibrant and full of life. This is not just down to experience, it is due in part to painting with pure, luminous, highly pigmented colours, sigur Melanie Cambridge.


- In the past, I struggled to find artist colours made from pure pigments at an affordable price. I was therefore delighted to be able to work directly with an English colour chemist with over 40 years’ experience to create Melanie Cambridge Artist Oils. Artist quality oil colours formulated to my own specifications. They have a wonderful buttery texture, making them easy to use direct from the tube, ideal for working on location as well as in the studio, sigur Melanie og heldur fram at blanda pastelllitirnar í grova karduspappírinum. 

Michael Rosen, professari og barnabókahøvundur, tosar saman við kenda filmsleikaranum, Jason Isaacs, um menniskjansligan dugnaskap og unikkar førleikar, human skills, sum eru seinastu fyribrigdi, sum enn ikki eru at finna í kotum á teldum og excelørkum, tí eginleikarnir enn eru uncodable. Heitið á teirra fyrilestri var Literacy, social Mobility and the Arts in Education. Teir gjørdu greitt, at listin, the art,  er ómissandi í skúlanum og í tilveruni. - Tað er ógjørligt at siga frammanundan um, og hvussu listin verður brúkt, men hon, listin, lærir okkum arketypur úr kollektivu mannasøguni, sjónleik og bókmentir til dømis, kenslur, hugløg og kreativitet. Og so góvu teir bretska átakinum STEM eitt skot fyri bógvin. Hetta eru átøk, sum 30.000 ambassadørar standa fyri í Bretlandi, har karmurin er science, technology, engineering og mathematics, sum tilsamans er STEM. - Hetta hevur kostað og tikið pláss frá listini og kreativu málunum í skúlanum, soleiðis at listin og abstrakti tankin hava mist fótafestið, siga Michael og Jason. Eri rættuliga samdur við teimum um, at listin eigur at finna og taka sítt rætta pláss aftur í skúlanum.

Á básinum hjá The Economist er Emily Evans, stjóri og grundari í The Educational Foundation, við eini spennandi plakat til skúlabrúks at fáa betri lesarar í hesum ivasomu falstíðindatíðum.  - The Foundation was established in 2012 by staff at The Economist who saw an opportunity to offer the company’s journalistic expertise to schools, where it could have a powerful social impact. The Foundation’s mission and programme were developed with extensive support from people who understood the needs of disadvantaged young people and the UK education system. We began Burnet News Club in just six schools in 2013. We hope the impact and fast growth that we have seen since then is just the start of our story. We are ambitious about reaching many more young people and communities in the coming years, and growing the network of inspiring partners and supporters who are with us on our mission, sigur Emily Evans, og leiðir okkum saman við Paul Reeve frá Into Films aftur á slóðina við falstíðindum og átøkum, sum í bretska skúlanum skulu menna og styrkja næmingin at standa ímóti tilætlaðari misinformatión, sum lættliga kann hótta fólkaræðið í miðlafloyminum.


Í november í ár fer Brynhild Thomsen, journalistur í Kringvarpinum, at hava skeið fyri lærarum á miðnami og í hádeild í fólkaskúlanum um falstíðindi og keldukritikk, og hvussu skúlin kann taka hesi vandamál upp saman við næmingum í dag. Skeiðið verður lýst nærri tá skeiðsskráin hjá Námi kemur út fyri komandi skúlaár.