8.2.19

Gráa gullið er gott!


Brilljanta sangarinnan, sum var at hoyra í hvørjum bygdabili í sjeyti- og áttatiárunum, Linda Ronstadt, er enn frammi og reiðiliga tað. Gamaní ikki sum sangarinnan, men 72 ára gomul, parkinsonrakt í mong ár, og  ikki sungið alment í tíggju ár, kundi hon í sunnudagsmorgunsjónvarpi hjá CBS siga frá um eitt virkið lív, sum enn ikki er brent út ella brent av. Og lagnum bilar einki. Í samrøðuni við sunnudagsvertin sigur Linda Ronstadt, at hon syngur innantanna: "I sing in my brain all the time. It’s not quite the same as doing it physically. There’s a physical feeling in singing that’s just like skiing down a hill. Except better, because I’m not a very good skier.” Nú fer hon aftur til 1980 og gevur út eina konsert frá Hollywood, sum HBO tók upp hetta árið, tá hon var uppá tað allar besta. Klikk á myndina omanfyri, ella á nýlanseraðu Spotifyplátuna til høgru á blogginum - og mest av øllum gleð teg til eitt lív við gráum gulli!