Skip to main content

Lítlum báti rekist eg á


Fríggjadagin letur Steinprent dyrnar upp fyri framsýning hjá Peter Callesen, sum hevur arbeitt í verkstaðnum. Í tíðindaskrivi verður sagt, at framsýningin er fyrst og fremst tilfarsliga sermerkt. Tí umframt grafisku verkini, framsýnir Peter Callesen eisini verk, har hann brúkar pappírið sum skulpturelt tilfar. Hann hevur til framsýningina gjørt tvey verk, Time is Running og Falling Cloud, ið taka støði í sálminum hjá Fríðriki Petersen, "Tíðin rennur sum streymur í á", sum við inniligari lýsing av áraleysa rekanum mót stóra fossinum, setir orð á tilverunnar grundtreyt, at lívið er stokkut, og at vit liva tað ásannandi, at tað einaferð er liðugt. Time is running lýsir fossin, sum ítøkiliga brýtur seg út úr blýantstekningini og rennur niður í fagrastu mynstrum.

 
Náttúran og menniskjan í henni er nakað, sum Peter Callesen hevur stóran áhuga fyri. Tað er eitt evni, hann hevur fingist við í fleiri A4-standmyndum, m.a. í verkinum Eismeer, ið er ein beinleiðis tilsiping til málningin hjá Caspar David Friedrich við sama heiti, sum er av einum skipi, ið verður knúst av risastórum ísflakum. Í eini aðrari A4 standmynd, Boat II, sæst ein lítil árabátur á stóra havinum. Listamaðurin er ikki minst upptikin av vatni í náttúruni, ið um somu tíð er lívgevandi, bleytt, ógvusligt og oyðileggjandi.

Skipsmyndevnið gongur aftur í teimum trimum prentunum, sum Peter Callesen hevur gjørt til framsýningina í Steinprenti av einum smeltandi báti, einum søkkandi báti og einum skipsvraki. Sjálvur sigur Peter Callesen soleiðis um at arbeiða við hvíta A4 pappírinum:

“By taking away all the information and starting from scratch using the blank white A4 paper sheet for my creations, I feel I have found a material that we are all able to relate to, and at the same time the A4 paper sheet is neutral and open to fill with different meaning. The thin white paper gives the paper sculptures a frailty that underlines the tragic and romantic theme of my works. The paper cut sculptures explore the probable and magical transformation of the flat sheet of paper into figures that expand into the space surrounding them. The negative and absent 2 dimensional space left by the cut, points out the contrast to the 3 dimensional reality it creates, even though the figures still stick to their origin without the possibility of escaping. In that sense there is also an aspect of something tragic in many of the cuts.”


Í øllum verkunum á framsýningini er tað eftir øllum at døma náttúran, sum vinnur og deyðin, sum fær síðsta orðið. Men hetta hendir ikki uttan bardaga, poesi og humor. Har hómast ein ávís tyngd í teimum tematisku memento mori áminningunum i verkunum, ið samstundis tykjast merkt av sveimandi lættleika. Hetta kemst av tilfarsliga útgangsstøðinum og ikki minst av evnum listamansins til at umbroyta pappírið.

Myndlistamaðurin Peter Callesen er føddur í Herning i 1967. Hann hevur gingið á Det Jyske Kunstakademi og Goldsmiths College i London. Seinastu árini hevur hann fyri tað mesta arbeitt við hvíta pappírinum, ofta við útgangsstøði í einum vanligum A4 pappírsarki. Hann hevur framsýnt ymsastaðni og fæst í løtuni við at gera eina altarprýðing til Margretukirkjuna í Valby. Í 2009 fekk hann 3 ára starvsløn frá Statens Kunstfond og í 2010 fekk hann Eckersberg Medaljuna. Sinking Boats er fyrsta framsýning hjá Peter Callesen í Føroyum. Upplating er fríggjadagin 22. februar kl 16. Øll eru vælkomin, sigur Steinprent í almennari innbjóðing.