6.2.19

Olaf finnur ein penn, sum lýsir


Hann lýsir heilt út í tún! Olaf hevur funnið ein penn, sum lýsir í myrkrinum og út í kavan, tá tú koyrir hurðina upp út á terrassuna í Tórsbyrgi.


Tað var í gjárkvøldið at Olaf, Marjun og Hanus vóru til døgurða, tí nú er nógv at ráðleggja sum dagarnir koma. Í dag fyllir Olaf tvey ár og er størri og vaksnari enn nakrantíð fyrr. Einki er sum at fáa ein abbason. Á, denn náði. Til lukku við honum, tit bæði. Og annars vit øll!


Her er Olaf farin uppá loftið at kanna fløgur og bond hjá abbanum. Fløgur eftir bókstavaraðnum og háteknologisk dat bond, sum eingin brúkar longur. Soleiðis fer tíðin við øllum. Lukkutíð kemur hon aftur, tíðin. Til dømis við einum abbasoni. Álvarsligur er hann, eisini tá hann fer niðurundiraftur og setur seg við sofaborðið við Pinocchio-figurunum.


So er tað, at Olaf fer í brandgulu Lübecktaskuna hjá abba eftir telduni, sum altíð plagar at vera har. Men nei, har er eingin telda í dag. Hvar er hon?


Hvar er teldan, hon við øllum teim føroysku sangunum á YouTube og teknifilmunum við lossandi lastbilum, sum skifta lit, meðan litirnir verða sagdir á snedigum málum, sum bara ikki eru føroysk? Nei, her er bara ein Edmodo pennur, sum abbi hevur fingið í London, og sum lýsir, tá tú trýstur á hann, pennurin altso. "Connect With Students and Parents in Your Paperless Classroom," siga Edmodo fólkini, sum góvu mær pennin. Og tvey ára gamal dugir hann sum ongan ting at fáa pennin at lýsa. Og kanska hevur hann longu lært hjá læknanum, hvat lýsandi pennar kunnu brúkast til.


Sum altíð er hetta hin stuttligasti gestur at fáa til døgurða. Til lukku við tvey ára degnum í dag, góði Olaf og tit. Vit síggjast!