Skip to main content

8 milliónir til film um ríkisfelagsskapin


Ulla Hæstrup, ið sum barn búði í Suðuroy, har hon eisini gekk í skúla, fer nú at hava skeið um heimildarfilm í Filmshúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. Síðan ársbyrjan í 2015 hevur hon verið filmsráðgevi í Danska Filmstovninum.

- Filmshúsið hevur gjørt av at seta sjóneykuna á heimildarfilm í 2019. Tað gera vit við eini røð av skeiðum og verkstovum um hugskotsmenning og arbeiði frá hugskoti fram móti lidnum filmi, sigur Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, í tíðindaskrivi í dag. Pláss er fyri 12 luttakarum á fyrsta skeiðnum, sum verur 30. og 31. mars í Filmshúsinum.


Ikki minni áhugavert fyri føroyska filmsumhvørvið er hetta ískoytið í tíðindaskrivinum: "samstundis við, at vit halda hetta skeiðið, er stuðulsvegleiðing ávegis, har DFI (Det Danske Filminstitut) kann lata menningar- og framleiðslustuðul til films- og sjónvarpsframleiðslur við temanum ”ríkisfelagsskapurin”. 8 milliónir krónur eru í puljuni, sum umsøkjarar úr Føroyum, Grønlandi og Danmark kunnu søkja um stuðul úr. Vit vænta, at endaliga vegleiðingin verður kunngjørt innan næstu 14 dagarnar."

Hetta eru gleðilig tíðindi fyri føroyska filmsumhvørvið og ein áeggjan, framhaldandi, at økja føroysku játtanina til filmsgerð.

Umframt Ullu Hæstrup fara filmsframleiðararnir Jón Hammer, Helle Faber og Heidi Kim Andersen at undirvísa á skeiðnum um heimildarfilm.