Skip to main content

Botnur ella fjørður


Fólkaræði byrjar heima, fer út í túnið, bygdina, samfelagið - og kanska inn á ting. Fyri at halda skil á, hava vit onkuntíð hildið at umboðandi fólkaræði, representativt demokrati, er loysnin, tí øll hava ikki stundir og førleikar til alt alla tíðina. At vit í hesum ljósi hava valt fólk á ting, sum enn ikki hava tikið stig til at fáa Føroyakortið heim, er spell, men vit hava fakfólk til uppgávuna. Teirra millum telist Eivind Weyhe. Hann sigur m.a. soleiðis í nýggjastu Dimmu:


"J.C. Svabo nevnir plássið fleiri ferðir í Indberetninger 1781-82, og hann er ikki í iva um navnið. Eftir at hava umrøtt “Kongshavn eller Skaalefjord”, sigur hann at “Det inderste af Samme kaldes Skaalabotnur.” Í 1853 skrivar Hammershaimb staðarnøvn upp í Eysturoynni, og hann nevnir bygdina “í Skálabotni”. Hetta er tí tað grundarlag sum geodetarnir hava havt at byggja á tá ið teir gera tey fyrstu máliborðsbløðini uml. 1900, og tí hevur bygdin verið nevnd Skálabotnur á máliborðsbløðunum líka síðan...Sostatt er Skálabotnur tað almenna navnið á bygdini. Tað er eisini staðfest av Staðarnavnanevndini."

Umframt hesa almennu staðfesting nevnir Eivind eisini tann universella siðin at hava nærheiti, tað er at kalla eina bygd ella ein stað, nakað ávíst, sum bara verður praktiserað á hesum sama stað. Eitt slag av kotumáli, sum bara tey innvígdu kenna til og duga at hand- og tungufara:

"Á Skála hevur helst verið sagt Inni í Firði ella Skálafirði, eins og kollfirðingar siga Inni í Firði um tað innasta har á fjørðinum, og tað sama hevur verið sagt í Kaldbak um Kaldbaksbotn...Men í landshøpi hevur plássið verið nevnt Skálabotnur."

Í Havn siga vit ikki Tórshavn, tí so heldur hin parturin, sum tú samskiftir við, at tú ert útlendingur, ið enn ikki hevur lært koturnar í talaða málinum. Tað eru bara uppsløgini hjá Tórshavnar kommunu, sum einaferð um árið siga "Vælkomin til Tórshavnar". Tað er helst tí, at ein útlendingur hevur prentað dreglarnar, sum tá hanga á Ólavsøkupelunum.


Sunnafyri Eiði er ein bygd, sum torfør er at umrøða í landshøpi, tí hon er í eintali, Ljósá. Men nærheitið er Gimbrarnar, suðri í Gimbrunum, eftir haganum, Gimbrahagi, har gimbrafólk búgva, ella gimbramenn, sum maskulina orðabókin sigur. Sigst, at enn eitt nærheitið er, sum bendir á, at fólk úr Gimbrunum í størri mun enn eiðisfólk tosa gjøgnum nøsina, eru nasal.

Men Føroyakortið, sum enn ikki er tikið heim, tí eingin politisk interessa er til tess, tað er lukkutíð teknað til skúlabrúks. Fyrstu ferð í stødd 1:500 000 í 1993, tá Ingi Joensen teknaði, og aðruferð í 2014 í stødd 1:100 000, tá Rói Højgaard teknaði, og sum nakað heilt nýtt setti lit á bæði land og hav. Her sæst hansara Føroyakort í háupploysn.

Men fólkaræði, tað byrjar heima.