28.3.19

Dronningen er týdningarmesti kjakfilmur í dag!


Røringur er sum aldri áður í heimligu biografbransjuni. Fólk í hópatali møta at síggja nýggjan arthaus-film í Havn, í Klaksvík, í Løkshøll í Runavík - og skjótt eisini í Suðuroynni. Hesuferð var orsøkin nýggi danski filmurin Dronningen sum Filmsfelagið vísti í Havnar Bio ein dag undan almennu frumsýningini.

Við egnum orðum innleiddi Bárður Højgaard fyrstu sýningina av Dronningen, sum var í Filmsfelagnum mikudagin 27. mars:


Gott kvøld øll somul!

Eg eiti Bárður Højgaard, búsitandi í einari lítlari bygd, sum eitur Lamba. Eg eri Bachelorur í talgildari sniðgeving og Film & TV, og kandidatur í Upplivingarbúskapið frá Aarhus Universiteti. Onkur undrast kanska á, hví eg standi her - eg undrist sjálvur! Tá Filmsfelagið legði tiltakið við hesum filminum út á Facebook, haldi eg, at eg var tann fyrsti at viðmerkja “Fantastiskur filmur”! Filmurin hevur ikki premieru fyrrenn í morgin, og tit eru so heppin her, at sleppa at síggja filmin longu nú. Eg havi tó longu sæð filmin, tí eg var til Filmtreff í Aarhus fyri nøkrum vikum síðani. Filmtreff er eitt tiltak, ið FAFID skipar fyri – FAFID er felagsskapurin hjá teimum stóru filmsveitarunum í Danmark. Hetta er eitt tiltak, har øll og alt, ið hevur við biografvirksemið at gera í kongaríkinum, er boðið við: Filmsveitarar, útgerðsveitarar, veitarar av atgongumerkjaskipanum, og so sjálvandi allir biografarnir. Vit sóu fleiri nýggjar filmar, sum eingin hevði havt premieru. Dronningen var ein av teimum, og tí havi eg sæð hann. Nåmen eg viðmerkti tiltakið “Fantastiskur filmur”, og promte kom fyrispurningur frá Birgiri um at innleiða hendan filmin. Tað sum tendraði meg allarmest uppá uppgávuna var, at eg, sum ein annar trojanskur hestur, slapp at standa her, í Havnar Bio. Tí vanliga vildi eg í slíkari støðu sagt: Gott kvøld, og vælkomin til filmssýning Í LØKSHØLL!

Hóast tungur burður, so royna vit at fáa okkurt líkinda biograftilboð upp at standa í Løkshøll, men tað kemur altíð at standa í kapping við skúlans virksemi, konsertir, sjónleikir og annað, og skal tí potast inn í millum hesi. Og tá holini í skránni eru staðfest, skulu filmarnir veljast út. So eg kann ímynda mær at tað er trupult at leggja skrá til ein biograf sum hendan, men tað er sanniliga eisini trupult at skula verða so selektivur og kunna seta so fáar filmar á skrá. Vónandi kemur tað tó ordulig í gongd innan ov leingi, og ynski hjá okkum er at verða eitt gott ískoyti til verandi biograftilboð í landinum. Røringur er annars í filmsvinnuni sum heild í Runavíkar kommunu; Andrias Høgenni hevur til føroyska spælifilmsverkætlan fingið játtað munandi stuðul frá Runavíkar kommunu, sum eisini var høvuðsstuðul til Geytan herfyri. Umframt at vit sum sagt royna at fáa lív í biografin í Løkshøll, so verður til Mentanarvikuna 22.-28. apríl skipa fyri DriveIn bio, og sjálvandi verður hetta í bygdini, har man er føddur við bensini í blóðinum - í Søldarfirði! Eisini verður framhaldandi arbeitt við at umvæla gomlu filmsútgerðina frá Glyvra Bio, sum er komin upp at koyra aftur, og fer eftir ætlan at verða brúkt í framsýningarhøpi í Mentanarvikuni.

Biografurin hevur so vítt eg veit koyrt óavbrotið her í Havnini, meðan alla aðrastaðir í landinum megnaði hetta virksemið ikki at standa øðrum tilboðum og tíðini kurl. Tó verða nú tilboð leypandi sett ígongd; Atlantis hevur dagliga drift í sínum virksemi í Klaksvík, Løkshøll roynir at lyfta arvin eftir Glyvra bio, og í Suðuroynni eru biografverkætlanir í gongd. Hvar finna vit tilverugrundarlag biografa (raison d'être) í hesum stroymingartíðum, har alt kann síggjast on-demand á einari snildfon? Eitt orð: Góðska! Hyggjarin ynskir at kunna hugdýpa seg í óavbrotnar filmssýningar undir bestu umstøðum. Sjálvt Netflix mátti boyggja seg fyri fólkakravinum, og leysgav til eitt vist stórfilmin Roma til biografsýningar.
---
Eg byrjaði sjálvur at gera nakrar greiningar og niðurstøður til hendan filmin, men tá eg fór á netið at granska, hvat onnur søgdu, mátti eg bara staðfesta, at hóast onnur vóru samd í tí, eg hevði skrivað, so vóru hesi somu so nógv stinnari til at orða seg, enn eg. Tí kann eg heldur siga, eitt sindur umskrivað frá Ekko, at stóra drottningin í hesum filminum er uttan líka Trine Dyrholm, sum við ekstremum nærlagni og innlivingarevni spælir karrierukvinnan, ið hevur alt, kann alt – heldur hon. Onkuntíð er tó tað, ið hendir, og tað, ið ikki má henda, tað sama. Filmurin er eitt portrett av menniskjaligari girnd, dirvisloysi og ófyrigeviligum misbroti.

The Hollywood Reporter skrivar sum filmin: "Hetta er showið hjá Trine Dyrholm, og hon gevur alt, hon hevur, kensluliga og kropsliga í portrettinum av einari kvinnu, sum ger júst tað hon vil, tí hon heldur, at hon sleppur væl frá tí."

Trine Dyrholm er alfevnandi í filminum, og hon er við í øllum scenunum. Uttan at hava sæð nakran annan film enn til samanberingar, so hevði eg ikki verið skakkur, um Drottningin verður parað við góða gamla Oskari um eitt lítið ár - og hvør veit, kanska Trine Dyrholm eisini nær langt á teimum leiðunum.
---
Anne verður spurd í filminum: Hvat ert tú mest bangin fyri? – spurningurin er kanska essensurin í okkara tilveru, og svarið? Tað haldi eg vit lata Anne geva okkum.

Takk fyri.


Sjálvur vil eg sum bloggari geva Dronningen besta ummæli. Fult stjørnutal, einki minni. Í kjalarvørrinum á týdningarmikla metoo-kjakinum er hesin filmur í mínum eygum ein uppgerð við hina burturav kynsfikseraðu mytuna. Tað snýr seg ikki um kyn, staðfestir filmurin í mínum eygum. Tað snýr seg um makt. Og advokaturin er valdur og starvssettur fyri okkara vegna at halda maktina í rættarsamfelagnum, sum vit øll trúgva uppá, í hevd.

Tað er høvuðsleikarin, ein kvinna, leikstjórnað av eini aðrari kvinnu, sum byggir á søgu hjá enn eini kvinnu, vitni um.

Filmurin er eisini ein mynd av djevulska advokatinum, sum hevur mong andlit, alt eftir, hvør kundin er. Eisini tá motivini at verða djevulsins adovkatur eru egin og tikin úr egnum misgerðum.

Menninir eru viðfáningar, ikki ólikir teimum í svenska filminum Force Majeure, sum Filmsfelagið vísti í 2014.

Ein lyklasena í aktuella Dronningen, um enn lítil, forfjóðnað og væl inpakkað, nemur eisini við, at Dronningen kundi og kanska eigur at verða ein KRIS-filmur burturav.

En lang historie kort, fyri at brúka eitt gamalt filmsheiti hjá leikstjóranum sjálvum, er, at hetta er ein týdningarmikil kjakfilmur, kanska hin týdningarmesti í ár og mong ár framyvir. Seinasta sena leggur upp til tað: opnar hon munnin ella ikki? Tað er útgangsspurningurin, tá filmurin er liðugur.

Hvar aðrastaðni enn í eini biografhøll kanst tú av sama lørifti hugtaka so mong fólk í senn við eini so samansettari nútíðarsøgu, sum tó er so sára einføld millum rangt og rætt í dagsins borgarliga samfelag?

Far og hygg og undrast yvir leiklutin hjá Drotningini. Er leikluturin kynsbundin, ella er hann kanska eisini, ella í størri mun, knýttur at makt og makt áleina?