Skip to main content

Filmur hevur makt


Í dag verður filmurin Danmarks Sønner frumsýndur í donskum biografum. Ulaa Salim (f.1987), ið er beiggi kenda leikaran Dar Salim, hevur gjørt nýggja danska filmin, sum hevur fingið øði í Dansk Folkeparti, tí tey halda, at hetta er ein lívshættisligur filmur: - En livsfarlig propagandafilm for skatteydernes penge, der opfordrer til vold og selvtægt, sigur Alex Ahrendtsen frá veruliga nútíðar Dansk Folkeparti, og er í øðini um at almenni danski Filsmtovnurin hevur stuðla fyrsta filminum hjá Salim. Fyrrárið leyk hann útbúgving sum leikstjóri á danska Filmskúlanum: - Jeg kan give stemmer til mennesker, der ikke har haft en stemme før, sigur nýbyrjaði leikstjórin, Salim, við fremsta danska filmstíðarritið Ekko.


Danmarks Sønner verður lýstur sum ein politisk nøtrisøga, ið tekur støði í einum hugsaðum bumbuálopi í Keypmannahavn í 2025. Rasmus Bjerg, sum fer at syngja saman við Frændum í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygarkvøldið 18. mai, hevur høvuðsleiklutin sum Martin Nordahl, ið er formaður í fiktiva flokkinum National Bevægelse.


Terrorisma hevur deilt tjóðina í tvey, og meðan fólkatingsvalið nærkast, møta vit 19 ára gamla Zakaria, sum aftur møtir Ali. Leikstjórin lovar ongar moraliserandi peikifingrar, men ummælarar eru, ið hava hug at bera saman við amerikanska Martin Scorsese, meðan aðrir ummælarar banna hann niður og norður. Kannað verður nú, um filmurin kann vísast í Føroyum.


In absentia fekk russiski filmsleikstjórin, Kirill Serbrennikov (f.1969), í farnu viku Nika virðislønina sum besti leikstjóri fyri filmin Leto (Summar). Við somu grundgeving hevur hann eisini fingið virðislønina Hvíti Elefanturin frá russisku filmsummælarunum. Eftir at hava sitið í húsavarðhaldi í Moskva í hálvtannað ár, fekk Serbrennikov mánadagin boð um, at nú hevði hann frítt at fara, bara hann var í býnum. Serbrennikov, sum er leikstjóri á Gogol sjónleikarhúsinum, ið verður lýst sum avant-garde, sigur við Interfax tíðindastovuna: "I will celebrate now but will return (to work) very soon. It's not easy psychologically but there is so much to do; we have plays, rehearsals." Filmurin Leto er um rokkstjørnuna Viktor Tsoi (1962-1990), sum var sangari í kenda bólkinum Kino. Sum miðil er filmur enn ikki útbrendur. So langt frá tí.