Skip to main content

Føroyakortið komið heim


Landkortøkið varð yvirtikið í gjár. Til lukku við tí, Sirið Stenberg og allir avvarandi stovnar og myndugleikar!


Í 2014 góvu Nám og Føroya Dátusavn út nýtt Føroyakort, sum Rói Højgaard teknaði. Kortið fevndi eisini um havið, sum fekk litir eftir dýpi, og ikki var grátt eins og fyrr, og landið fekk litir eftir somu meginreglum, sum mest seldu skúlakort úti í heimi, heldur enn litleysar hæddarkurvar.


Føroyakortið er síðan dagført, eitt nú við komandi undirsjóvartunlum inn í Eysturoynna og suður í Sandoynna. Vónandi fer eingin turistur at koyra til Sands í bræði. Men í hesum gleðiliga heildarhøpi vísir undirvísingarportalurin Snar á, at nýggjasta útgávan av Føroyakortinum kann takast niður á teirra heimasíðu.

Tað var 10. desembur 2018 at løgtingið samtykti at yvirtaka kort- og landmátingarøkið, og í gjár, 1. apríl 2019, varð so landkortøkið yvirtikið. Hin 1. januar í 2020 verður sjókortøkið yvirtikið.

Sama Føroyakort liggur eisini í háupploysn á Snar. Eitt dynamiskt Føroyakort hjá Umhvørvisstovuni liggur her. Til lukku við kortinum!