Skip to main content

Fyrsti føroyski filmur í Cannes


Tað er ein rár sjón at síggja eitt føroyskt heiti á eini útlendskari skrá, tað verið seg bókmentanarlig, tónleikalig, ella sum í hesum føri - í heiðurskrýndum filmiskum høpi. Trúði ikki mínum egnu eygum, at Andrias Høgenni við filminum Ikki illa meint hevur funnið náði fyri úrvalsnevndini í Cannes, sum á 58. sinni skipar fyri stuttfilmskappingini Semaine de la Critique á einum av heimsins kendastu filmsstevnum, sum á 72. sinni verður hildin í Cannes í døgunum 14.-25. mai í ár. Enska heitið á kappingini, sum franskir filmsummælarar stovnaðu í 1962, er Critics Week. Fyriskipararnir siga, at hvørt ár koma um túsund filmar til kappingina, og at úr rúgvuni verða í mesta lagi tíggju filmar valdir. Tað er galdandi bæði fyri stuttfilmar og spælifilmar í fullari longd.

- I am incredibly thankful for this amazing opportunity, and eternally grateful for the crew that stood behind this little chaotic film, sigur Andrias á Facebook í morgun.


Myndina niðanfyri tók eg í Norðurlandahúsinum 23. februar í ár, tá Andrias Høgenni á triða sinni vann Geytan fyri filmin Ikki illa meint við hesum orðum frá eini samdari dómsnevnd:

Menniskjan er ein sosial vera. Metingarnar at finna ein Geytavinnara byggja á søgu, filmiskt frásøgusnildi og tøkni. Dómsnevndin er samd um ein vinnara, sum livir upp til øll hesi krøv. Filmurin er so hegnisliga gjørdur, at hann heldur forvitnið intakt, tí hann balanserar millum at vera komiskur og tragiskur, samstundis sum søgan er merkt av eini menniskjansliga skroypiligari javnvág og geografiskari bíðistøðu, sum skerpar støðuna. Hvussu oftani hevur tú ikki roynt at sleppa undan at møta einum persóni í eini gerandisstøðu, sum til dømis til handils? Orsøkin kann vera at finna langt undan, tá eitt gerandisval, sum tú tá gjørdi, nú fær fylgir. So nógv hava meldað til Geytan, at vit kunnu við vinnaranum í dag í huga, spyrja, hvat er tað, sum blokerar fyri teirri góðu søguni? Hon er ikki søgd í breiðum formati, men í 4:3 formati. Søgan lendir inni á tí mest sosiala, sum sosiala menniskan tekur sær fyri - Facebook. Vinnarin er: Ikki illa meint. Nú fer filmurin hjá Andriasi Høgenni at liva sítt egna lív, og við hesum filmi sum støði fær áskoðarin nú størsta leiklutin. So sterkur miðil er filmur. Til lukku! 


Til vinstru í skránni ovast eru spælifilmar í fullari longd í kappingarskránni Semaine de la Critique. Triði filmur í hesi røð er Hvítur, hvítur dagur hjá íslendska Hlyni Pálmason. Á høvuðsplakatini fyri filmstevnuna í Cannes sæst franski filmsleikstjórin Agnès Varda, sum andaðist 90 ára gomul hin 29. mars.


Teir filmar, sum eru við í almennu høvuðskappingarskránni í Cannes í ár eru hesir:

The Dead Don’t Die (Jim Jarmusch, byrjunarfilmur)
Atlantique (Mati Diop)
Bacarau (Kleber Mendonça Filho & Juliano Dornelles)
Frankie (Ira Sachs)
A Hidden Life (Terrence Malick)
It Must Be Heaven (Elia Suleiman)
Les Misérables (Ladj Ly)
Little Joe (Jessica Hausner)
Matthias and Maxime (Xavier Dolan)
Oh Mercy! (Arnaud Desplechin)
Parasite (Bong Joon-ho)
Portrait of a Lady on Fire (Céline Sciamma)
Sibyl (Justine Triet)
Sorry We Missed You (Ken Loach)
Pain and Glory (Pedro Almodóvar)
The Traitor (Marco Bellocchio)
La Gomera (Corneliu Porumboiu)
The Wild Goose Lake (Diao Yinan)
The Young Ahmed (Jean-Pierre and Luc Dardenne)