25.4.19

Licence to Thrill



Í dag varð kunngjørt laiv av Goldeneye-plantasjuni á Jamaika, har Ian Fleming uppfann James Bond, hvar upptøkur verða gjørdar og hvør skal spæla saman við Daniel Craig í næsta James Bond filmi, sum hevur arbeiðsheitið Bond 25 og verður frumsýndur 8. apríl næsta ár.

Ikki tí, rætta talið av Bond filmum í biografi er 27, men Eon Productions, sum nú eigur rættin til vørumerkið James Bond, hevur ikki gjørt tveir av biograffilmunum, Casino Royale (1967) og Never Say Never Again (1983). 

Í 2004 kom eitt telduspæl við James Bond, sum kallaðist Everything or Nothing. Tað fekk tíðindafólk at kenna seg sannførd um, at duldarfulla heitið Eon stóð fyri Everything or Nothing. Og er nakar ímyndin av júst tí, so er tað James Bond og alt tað stás og tey gadgets, sum hann prýðir seg við, brúkar og blakar burtur, íroknað kvinnur. 

Serføroyska orðið stakkalastás, sum trupult er at flyta við røttu meining í onnur mál, er óloysiligani knýtt at James Bond, og ger hann í mínum eygum so óluksáliga spennandi at síggja, tí hann er so bundina at tíðini, tíðarbundin, og altíð er til sølu fyri hægstbjóðandi gadget, sum kappast um at verða fremst í tíðini, og á tann hátt verður eitt hedonistiskt tíðardokument í eini narsissistiskari kallmansmentan. Júst hetta merkantila drive í bestu filmisku kørmum, sum eru merktir av action og ferð, so tú missir ondina, men bara næstan, hevur ongin gjørt honum eftir á filmi. Soleiðis er tað.

James Bond er bretskur njósnari, sum undur heitinum 007 arbeiðir fyri MI6. Tað var Ian Fleming (1908-1964), ið skapti figurin, sum Sean Connery, David Niven, George Lazenby, Roger Moore, Timothy Dalton, Pierce Brosnan og Daniel Craig higartil hava spælt.

Upptøkurnar til filmin Bond 25 eru byrjaðar, og leikstjóri er nú Cary Joji Fukunaga (f.1977), eftir at Danny Boyle fór av skútuni og meistarin Sam Mendes undan honum gavst eftir at hava gjørt tveir meistarligar filmar. 

Fukunaga er úr California, pápin er av japanskari ætt og er føddur í fangalegu, sum amerikanarar gjørdu í USA at seta japanarar í eftir Pearl Harbour álopið undir krígnum. Mamman er av svenskari ætt, og møguliga er tað orsøkin til, at áhugin er kveiktur fyri Noregi sum location. 

Men norska afturberingarskipanin, sum har er kallað insentivordningen, er avgjørt ikki uttan týdning. Bergens Tidende vóru fyrstu at skriva um ætlaða filmin og norska sambandið. Tá skrivaði blaðið, at ”James Bond har snust på Norge tidligere, men valgte lokasjoner som ga større skatterabatter.” (4. desember 2018). 

Fyrstu upptøkur eru longu gjørdar har í landinum, og svenski David Dencik, sum í Danmark er danskur, hevur ein leiklut.


Mótleikarin hjá James Bond, bad ass antagonisturin, er Rami Malek, sum í ár vann Oscarvirðislønina fyri leiklutin sum Freddie Mercury. Navnið á leiklutinum er tó ikki kunngjørt.

Sambært Barbaru Broccoli, ið er framleiðari, byrjar søgan av nýggjum og á berum botni, tí James Bond er í feriu og nærum arbeiðsleysur:

“Bond has left active service and is enjoying a tranquil life in Jamaica. His peace is short-lived when his old friend Felix Leiter from the CIA turns up asking for help. The mission to rescue a kidnapped scientist turns out to be far more treacherous than expected, leading Bond onto the trail of a mysterious villain armed with dangerous new technology.”

Tað er banditturin Malek, sum setur gongd á søguna, skiltist á tíðindafundinum. Fleiri høvundar, minst fýra, hava verið um handritið innan upptøkurnar byrjaðu.

Aðrir leikarar í Bond 25 eru Ralph Fiennes, Léa Seydoux og Naomi Harris, sum vit hava sæð áður, og nýggir leikarar eru Ana de Armas, sum var í Blade Runner 2049, Dali Benssalah (Nox), David Dencik (Tinker Tailor Soldier Spy), Lashana Lynch (Captain Marvel), Billy Magnussen (Aladdin) og altso Rami Malek (Bohemian Rhapsody).

Umframt Noreg sum location er vissa fingin fyri, at Italia og Jamaika sleppa við í nýggja James Bond filmin, sum Havnar Bio fer at vísa.