Skip to main content

Nú verður filmur í SALT


Nú skal filmslistin aftur á løriftið í Suðuroy. Ólavur Rasmussen, stjóri í SALT, heldur klassisku bókina hjá Niels Jensen (1929-2010) Filmkunst fram fyri seg yvir einum krússi av væl bryggjaðum kaffi á Hotel Havgrím yviri við Strond í Havn í dag. Eins og høvundurin var hin fremsti at siga frá um film á okkara leiðum, var bókin hin fremsta av sínum slag í 60'unum og fleiri áratíggju fram. Mín egna er úr Gyldendals Bogklub í 1969.

Eins og sýnið yvir fjørðin er tað besta av hesum kaffiborðið, sum Joel Cole hevur evnað til, eru nú greið útlit til at biografur fer at verða fyri børn og vaksin í Suðuroy.

- Vit hava fingið biografloyvi í SALT og tað merkir, at vit hava fingið loyvi til at vísa allan film, bæði gamlan og nýggjan, men vit hava so sjálvi valt at velja premiérufilm frá, sigur Ólavur.

- At vera biografur merkir í okkara føri, at vit tekna limaskap í Forening af mindre og mellemstore biografer og gera ein samstarvsavtala við FAFID, sum stendur fyri Foreningen af filmudlejere i Danmark. Tað er lykilin til at fáa allar formalitetir uppá pláss og at fáa koturnar til hin einstaka filmin, sum í dag er talgildur at taka niður, og ikki er á rullum sum fyrr. Nú eru eingir spolar at handfara, alt er gjøgnum luftina. Støðan er nú, at tað er frítt fyri hjá okkum at seta okkum í samband við distributørarnar, Nordisk Film til dømis, um vit vilja vísa Dronningen. So gongur alt gjøgnum tey, sigur Ólavur, ið leggur dent á at tey fara at leggja spakuliga út, tí SALT er eitt mentanarhús og ikki biografur, sum nú verður eitt eyka bein at standa á.

- SALT hevur fyrr víst film, vit hava víst Dreymar við havið hjá Sakaris Stórá, og vit hava víst filmin hjá Zacharias Hammer um Línumenn. Eini 350-400 fólka savnaðust um hesar báðar filmarnar. Men tað hevur verið øgiliga avmarkað, og vit hava bara víst føroyskar filmar. Har eru tað føroyingar sjálvir, sum eiga filmarnar, og gera av, um teir vilja vísa filmarar hjá okkum. Illir Andar er næsti filmur vit vísa í SALT. So útgerðin er roynd, vit ætla at útbyggja hana, men vit kunnu saktans vísa film, sum er, sigur Ólavur, sum tó ikki hevur lagt seg eftir eini fastari skrá ella filmsúrvali.

- Tað er eingin biografur í Suðuroy, og vit skulu helst vísa film, sum fólk tíma at hyggja eftir, og vit skulu helst eisini vísa film, sum er nóg áhugaverdur og serligur. Enn hava vit ikki lagt okkum eftir serligum preferansum, men kundu hugsað okkum eitt samstarv við Filmsfelagið, sigur Ólavur og bjóðar til ítøkiligt samstarv.

Vit tosa um søguna og endamálið hjá Filmsfelagnum, sum heilt síðan 1962 hevur havt til endamáls at vekja ansin fyri filmi, ið er listaliga áhuagverdur, ikki bara í Havn, sum í byrjanini, men nú eisini úti um alt landið.

- Og júst hetta, at søgur verða sagdar um okkum á filmi og við okkum sjálvum í miðdeplinum, tað hevur vitalan týdning, sigur Ólavur, og vit skifta orð um væleydnaðar filmar higartil og um næsta filmin hjá Sakaris Stóra, Oktober, sum fer fram í Suðuroynni, har fyrstu royndarupptøkur verða gjørdar í juni.

- Tað kunnu vera nógv fólk inni í SALT, tá vit vísa film, men vit fara við vilja at avmarka biografgangaratalið. Ætlanin er at vísa film eina ferð um mánaðin, ein dag, har vit vísa bæði ein barnafilm og ein vaksnamannafilm, mikudag ella hósdag. Er tað ikki nóg mikið, so vísa vit oftari. Tá tað ræður um at velja film, kunnu vit gera tað hart og brutalt og bara velja sjálvi, ella vit spyrja fólk, um tey hava eitt ynski, so vísa vit tann filmin, sum flestu ynskja. Mátarnir er mangir, men havast skal í huga, at hetta er ikki ein biografur, men eitt mentanarhús. Orsøkin til at vit ikki hava valt premiérufilmar er, at tá binda vit okkum til at vísa sama filmin í ellivu dagar, tað kann húsið ikki standa modell til. Tað kann verða keðiligt, men soleiðis eru korini. Vit skulu servisera fólk breitt, eisini við at vísa film. Vit hava ikki fleiri salir at vísa film í í SALT, men eitt kuraterandi samstarv við Filmsfelagið er avgjørt áhugavert hjá okkum, sigur Ólavur og bjóðar inn til samstarv at velja film og at hoyra um royndir við ymsum døgum og um marknaðarføring.

Betri kunnu einar páskir ikki byrja enn við støði í filmi, góðum filmi, sum fólk vilja síggja, nú eisini Sjónvarpið vísur Lykke-Per hjá Bille August og fleiri aðrar góðar filmar. Góðar páskir til øll filmshugaði í øllum landinum - úr Hotel Havgrím!