Skip to main content

Skálatrøð - ein lívgandi visjón


Hetta er visjónin hjá arbeiðsbólkinum, sum í mong ár hevur arbeitt við Skálatrøð, har annanvegin bilar og hinvegin bátar fylla rúmið, í báðum førum deyðir lutir, steinetandi deyðir lutir, sum ikki skapa tað minsta lív í besta savningarstaði í øllum høvuðsstaðnum. Lív er tað, sum peikað verður á.


Í 2016 sigur Eyðun Johannessen soleiðis um ætlanina at byggja tjóðleikhús undir nýkomna berginum, sum er oman móti parkeringsplássinum á Skálatrøð í Havn:

- Á parkeringsøkinum framman fyri bergið á Skálatrøð skal Tjóðpallur Føroya byggjast. Ein bygningur til hugaheim okkara, hvørs aðaltanki er at bergtaka og hugtaka. Tí eiga vit at leggja okkum eftir, at hetta verður eitt stað, sum letur seg upp, og sum vit ikki kenna okkum fremmand í. Tað, eg síggi og hoyri fyri mær, tá hugtakið bergtikin verður nevnt, eru aldargamlar søgur, sagnir, kvæði og ævintýr úr okkara frásøgu- og hugaheimsmentan. Um forfedrar, ið búðu undir trongum lonum og ferðaðust úti í okkara náttúru, undir bjørgum og korkalittum royðufláum, á grønum vøllum, í djúpum dølum, eftir varðum og líðum. Har teir møttu teimum fornisku verunum, teimum yvirnatúrligu og heidnu, ið búðu í heyggjum og í hellum, gjáum, látrum og drangum úr basalti, súlugróti og royðu. Her var teirra huldi hulduheimur. Her búðu dvørgar, vættrar, risar og kellingar. Huldufólk, ið ”bergtóku” hin einsamalla vallaran, sum stundum hvarv og ongantíð sást aftur. Ella Mikladalsdreingin, ið sá kóparnar við sólsetur leggja hamin á helluna og dansa, til sólin aftur reis úr havi. Eisini unglingurin varð bergtikin, og við mannasnildum fjaldi hann hamin og vann sær Kópakonuna, sum hann var vorðin hugtikin av. Hann var BERGTIKIN eins og søgur, sagnir og kvæði heilt frá dreingjaárum HUGTÓKU meg, so eg varð bergtikin av einum heimi, sum eg kendi meg heima í. Ella í minsta lagi ikki var mær fremmandur.

Í dag fevna hugtikin og bergtikin nærum um tað sama. Tú verður tikin av fótum og fluttur inn í ein annan heim. Ein sálarligan heim. Tín hugaheim á Skálatrøð - LEIKHÚSIÐ. Smá- og útróðrarbátabryggjan við vestara havnarøki fyri sunnan. Í norðurendanum berg við grønari grasfløtu. Sum ein hestaskógvur eystan-, vestan- og norðanfyri fevnir høvuðsstaðurin Tórshavn um allan Tjóðpallin. Mitt í Føroyum. Við 50.000 íbúgvum. Fyri sunnan Nólsoyggin og opið hav, Atlantshavið. Hav, strond, fløta, berg, hamari og líðin grøna. Eitt umhvørvi líkt tí, har tey fornisku á sinni ráddu.

Á hesum staði skal byggjast ein Mentanar-Tidna! Skapt úr eldgosi, súlum, gjáum og bergi, royðugróti og grønum líðum. Har skal tidnan skapast. Hon hvørs endamál er at bergtaka okkum. Fevnd av aldargamla býnum, høvuðsstaði okkara, Havnini. Himin og hav. Hetta er umhvørvið, har Føroya fyrsta leikhús skal liggja.

Kanska tað fyrsta av sínum slag í so lítlum etniskum umhvørvi yvirhøvur. Her skal Leikhúsið - Teatrið - standa, hvørs upphav á sinni varð bygt við fótin á Akropolis í Athen fyri uml. 3000 árum síðani - og liggur har enn tann dag í dag. Hvørs aðalmál, tá og til allar tíðir, er at minna og vísa okkum á, hvaðani vit komu, hvørji vit eru, og hvagar leiðin gongur.

Í føroyskari mentan, úr hugaheiminum, sum er skaptur av gerandislívi okkara, liggur alt mannaskapt lív, fjalt í mýtum, kvæðum, dansi og sagnum. Tryggjað og fjalt undir heilt. Varðveitt í frásøgn, um tey
fornisku, hvørs bústaður er í bø, hellu og fram við sjóvarstrond. Í vísind, list og mentan finna vit aftur sambandið og halda áfram. Nú hava vit í 2016 gjørt av, her á klettunum, at byggja okkara fyrsta teatur burturav.

Her skal hugaheimur okkara húsast og eiga ”høgt til loft og vítt til veggja”, sum tikið verður til. Tú skalt kenna teg væl og vælkomnan. Við góðari samvitsku kenna teg frían í nakrar tímar av dagsins strevi og ampa. Hetta er ikki ein kirkja, ikki eitt samkomuhús til fólksligar fundir, veitslur, ei heldur andalig møti ella eitt konserthús. Eitt leikhús er til leiklist, ið rúmar øllum listagreinum, henni tørvar. Drama, dansi, sangi og tónleiki. Myndlist og skaldskapi. Men fyrst og fremst: ein mentanartidna ætlað teimum vitjandi: áskoðarunum og útinnandi sjónleikarunum!

AT ENDA: EIN VISJÓN!

Tá eg síggi Tjóðpallin á Skálatrøð - TIDNUNA - skal eg kenna meg drignan at nøkrum, ið ikki er snórabeint, loddrætt og fýrakantað, men ber dám av onkrum duldarfullum, skeivum og á skák, ið talar til mítt forvitni.

Eins og eg á sinni á útferðum undir bjørgum varð vaggaður innanborða, leiddur millum drangar og flúrar inn í gjáir og helli við komandi og farandi ljósgeislingum úr sprungum og niður úr helluloftinum.

BERGTIKIN!

Eyðun Johannessen



Higartil hava parkeingsviðurskifti á landi, ikki tey á sjógvi hjá fastbundnum smábáti, verið mesta umrøðuevnið hjá kjakarum í býnum. Sagt hevur verið, at nú rúka øll parkeringspláss, sum var hetta ein drive in biografur. Men tað er púra mótsætt. Fleiri útbyggingar- og framtíðarætlanir í býnum hava greitt ítøkilgar tankar um parkeringshús á jørð, undir jørð og yvir jørð, ikki bert her á Skálatrøð, men eisini á Burstanga við Eystaruvág. Her eru terknaði dømi á Skálatrøð, sum uttan at taka hjallarahæddina, ella 700 bila stóru tunnilsloysnina hjá Anniku Olsen við, fevna um ávikavist 220, 240 og 270 parkeringspláss bara á Skálatrøð.



Eitt er parkeringsviðurskifti til tey, sum rættuliga anakronistiskt siga seg skula skapa okkum lív í deyða býnum, annað er staðsetingin, sum er mitt fyri og mitt í høvuðsstaðnum, sum í dag er meira livandi enn hann var fyri bara fáum árum síðan, og tá eingin, heldur ikki eg sjálvur, trúði uppá deyðu steintrappuna á Perlugrundini innast í Vágsbotni. Men úr henni er lív seyrað út og oman hesi heilt fáu árini, ikki minst takkað verðið tí víðkan av túninum, sum er millum veitingarstøðini á hesum øki. Á handilsligum grundarlagi hava tey við markisum og hita víðkað um og nýdefinerað metropolin Tórshavn við altjóða sitiplássum, sum ikki bara eru inni, men eisini úti, hóast eingi parkeringspláss fylgdu við. Umframt at latið varð upp fyri nýggjum upplivingarpallum í einum harðbalnum serveringsøki, sum eisini víðkar um ógvuliga avmarkaða summarið, varð knappliga gjørligt hjá gangandi at - ja, ganga. Skapt er eitt nýtt býarrúm fyri gangandi. Tað er ein av mest áhugaverdu tankum í kjalarvørrinum av einum tjóðleikhúsi í miðbýnum - at eitt nýtt býarrúm verður definerað fyri tey gangandi.