Skip to main content

Økismissur


Oftari og oftari havi eg hug at sløkkja Útvarpið. Tað var ikki gamalt, siga teir báðir, sum eg deili kontór við. Men soleiðis er tað blivið. Tí flestu eg møti sløkkja Útvarpið, um tey nakrantíð tendraðu tað. Eingi tíðindi afturvið døgurða og nátturða. Verður nakað tendrað, so er tað við Sonos ella onkrum øðrum talgildum sum keldu, ið ikki ljóðar samfelt, tá kontórini eru fleiri enn eitt. Tá eg havi tíð at lurta, er svarðaða orsøkin. Ikki nú. Ein tragiskur økismissur, sum orðabókin sigur, og sipar til danska hugtakið domænetab. Ikki tí at alt gott var danskt í fyrndini, tað var tað í minni mun enn nú, men tí at so hvørt tú varnast, at nýggjar kreftir og talgild tøkni taka við á øllum miðlapallum, jú bjartari verða tínar vónir um betri dekning av øllum tí, sum fyriferst í okkara samfelag og myndar okkum sum fólk. Tak nú til dømis Ole, sum í ein mánað hevur verið listamakari í Vági. Trúliga leggur hann út á fólksins miðil, sum í Føroyum er Facebook, tekst og myndir frá serstakliga sjónligu verkætlanini, sum mentanargrunnur andsins hevur stuðlað. Men ikki ein einasta visualisering ella orðing í almannavarpi andans. Ikki eitt orð, ikki ein mynd. Einki. Hetta einkiliga forfjónilsið er blivið almenna føroyska uppáhaldið, samstundis sum øll samskiftistøkni hevur vaksið seg inn í hvørja stovu, so øll kunnu leggja út, taka niður, lurta og síggja. Tað er mest sum at vera í Elvis’a Nothingville og longur úti á heiðini. Við árunum er tað blivið longri og longri millum talgildu varpingarnar, sum miðsavnaðar og gjøgnumarbeiddar lata okkum hoyra heimliga Útvarpið og alt tað, sum føroyskt er, við teim møguleikum sum greitt eru fyri hondini. Ikki tí tað neyðturvuliga skal verða føroyskt, nei, eg vil hava sendingar, ið eru eins væl fyrireikaðar og avviklaðar sum fyrr, tá tú ikki tendraði mikrofonina uttan at vera fyrireikaður. Tað er ein rár hending í dag, hóast bæði manning, tøkni og studiofasilitetir eru fleirfaldað. Meðan eg lurti eftir enn eini ófyrireikaðari tónleikasending má eg sanna, at økismissurin hjá almannavarpinum ikki sprettur úr ongum. Hann er katastrofalur, økismissurin. Heimkomin, leingist mær eftir fyrstu kontaktini, sum innanfyri durastavin tendraði Útvarpið. Hon er ikki longur. Hvussu kann nakar liva uttan Útvarpið?