Skip to main content

Filmurin "Verkir"


Filmurin "Verkir" er nýggjur føroyskur heimildarfilmur, sum systrarnar Karina og Theresa Jákupsdóttur hava gjørt um broytingina frá at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar eftur fáum árum vóru fluttar inn á sjúkrahús.

Talið á heimaføðingum er seinastu tvey árini fleirfaldað, og okkurt bendir á, at fleiri kvinnur tilvitað velja at eiga heima. Í filminum "Verkir" hitta vit kvinnur, jarðarmøður og ein mann, sum tosa opið um teirra upplivingar rundanum føðingina.

Sýningin verður mikudagin 12. juni klokkan 20 í Filmsfelagnum í Havnar Bio. Atgongumerki kunnu keypast á www.bio.fo.

Samrøðufólk í filminum eru:
INGIBJØRG RASMUSSEN · EYÐGERÐ AMANDA PETERSEN · ASLAUG VÍKÁ PETERSEN · HELEN JOENSEN · ELIANA HAMMER OLSEN · ELSA HALLFRÍÐUR RASMUSSEN · POULINA ABRAHAMSEN · JENSA SAMSON · JYTTE JOENSEN · DURITA HANUSARDÓTTIR JACOBSEN · RANNVÁ SIMONSEN · SIGMUND JÓGVANSSON · FRÍÐA JÓRUNARDÓTTIR · ANNIKA BEINTA HOYDAL · ANNA CHRISTIANSEN · BJØRT JOENSEN DAHL

"Verkir" er heimildarfilmur eftir
KARINU & THERESU JÁKUPSDØTUR
Tónasmiður JÓN KLÆMINT HOFGAARD
Ljóðmynd JÓN MCBIRNIE
Ljósmynd BARBARA VANG & KARINA JÁKUPSDÓTTIR
Teknari INGILÍN DIDRIKSEN STRØM
Permumynd: SÁRA MIKKELSEN