Skip to main content

Staycation

Her er ein krukka við føroyskum kombikkum. Orsøkin er, at danska Weekendavísin, sum altíð hevur megnað at hildið fast um góða innihaldið og eins góða blaðsniðið, hevur lært meg nýggja altjóða ferðahugtakið staycation.



Tað er sum hvørki tíðin ella blaðdeyðin hevur bitið á, hóast avísin leingi hevur verið á netinum og kann lesast beinanvegin, eisini sum e-avís í upprunaliga sniðinum, síðu upp og síðu niður, mest sum uttan lýsingar.


Í nýggjastu útgávuni skrivar Heidi Laura, tað eru ikki tvær systrar á Hvarvinum í Havn, men ein framúr danskur journalistur, um hugtakið staycation, at verða heima í feriu, tí tú dálkar ov nógv at fara á langar flogferðir, bara fyri at gerast ein partur av ómælandi ferðafólkaídnaðinum. Men journalisturin er ikki avgjørdari enn so, at hon kann fara í dialog við seg sjálva um at halda frí og at ferðast, kanska best í toki, sum dálkar minni enn flogfarið og ikki konfronterar hana við flogræðslu og burðardyggu heimsmálini hjá ST.


Ferian er byrjað og allir dagar hava higartil verið í egnum landi. Lukkutíð eru onnur, ið ikki læsa seg inni í egnum landi, men ferðast á ódyrasta hátt við telti at merkja føroysku jørðina undir sær á kampingplássinum yvir við Strond. Møtti einum tilkomnum pari úr Aabenraa, sum sunnudagin søgdu hesa søgu millum kombikkhyljarnar á Boðanesi. Tey skuldu við Norrønu um kvøldið, eins og fleiri aðrar blaðungar familjur, mest danskar, men eisini svenskar, ið berføtt hugnaðu sær á klettunum í fjøruni.


Orsøkin til Boðanestúrin er abbasonurin Olaf. Tað sigur ikki so lítið um, hvussu lívsjáttandi tað er, at hava ein abbason og at passa hann, tá tørvur er. Tí tað er ikki bara pliktarbeiði, tí dagstovnarnir steingja. Tað er eisini inspiratión, sum byggir á áðurnevndu lívsjáttan, sum aftur grípur í greinina í Weekendavísini, sum lærdi meg nýyrði staycation, sum enn stendur bert og bretskt, men ikki er at taka feil av, tí tað rakar eisini nakað í tíðini, sum tá saman um kemur er tað einasta vit eiga, tíðin.


Vit fangaðu kombikk í hyljunum við Boðanesgjógv og heimanfyri á Hvítasandi, beint undir tyrlupallinum.


Gangandi heimeftir vegnum, ið eisini sunnudagar ber nógva og tunga ferðslu, koyra ein maður og kona sum altíð inn á trøðna at geva hønum, dunnum, gæsnum og seyðinum, beint yvir av Boðanesheiminum.


So skjótt tey eru farin avstað, herja freku og svongu likkurnar á breyðið, sum er lagt fyri seyðin. Og tað er ikki við mýkindum. Nakrar likkur seta seg á ryggin á seyðinum at gera hann passivan meðan hinar fara í troðið og matstjala til uppi er. Samstarv og munadygg team building. Ágangurin er so ógvusligur, at einu løtuna er tað sum at síggja nøtrifilmin hjá Hitchcock um Fuglarnar, sum pikka alt, ið livandi er. Munurin er bara at hetta er beint undir Tórsbyrgi ein ljóslivandi sunnudag mitt í juli.


Weekendavísin, sum altíð hevur verið á donsku gøtunum hóskvøld, hevur eisini krossað mínar heimligu leiðir. Eina drúgva tíð helt eg avísina, sum var best hugsandi leygardagslesnaður heima í Havn. Men eftir at ráðini ikki vóru at senda postmenn til arbeiðis henda dag at breiða út hitt góða orðið, segði eg haldið upp, tí avísin bleiv so gomul, tá leygardagurin varð lopin um. Sunnudagar hevur aldri verið ein dagur, har góða orðið verður borið út á henda hátt, úr tasku í kassa. Mest sum allar avísir, 90%, fara til haldarar og restin av Weekendavísini fer í leysasølu, sigur blaðið. Herfyri teknaði eg halda á netinum og skal viðmæla øllum at gera tað sama. Orsøkin er, at allur tekstur og vinklingar í avísini eru ein inspiratiónskelda, óansæð hvat hann snýr seg um. Kanska eisini um listina at halda motorsúkklu, sum hesar tríggjar flottu Nimbus, sum eina sunnudagsløtu standa á Skálatrøð, og skulu við Norrønu í kvøld.


Men dagsins orð staycation - skal hetta bretska nýyrðið hava eina føroyska týðing? Hevur tú nakað uppskot?