Skip to main content

Ute Wieland vitjar Føroyar


- Angin í føroysku luftini er so hugtakandi, at eg kann smakka tað grøna grasið, sum týðuliga er í luftini, sigur ein bergtikin Ute Wieland og nevnir bleyta ljósið og skýggini undir bláa himmalinum. - Og so eru tað fólkini, vit hava møtt, sum eru so løtt at koma í samband við. Hvønn dag hava vit møtt spennandi fólki, fiskimonnum, sum hava verði við Labrador, ein grønlendingur, sum gjørdi okkum fiskasúpan og so útlendskir tónleikarar, sum vitja her.

Ute Wieland (f.1957) er týskur filmsleikstjóri, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum. Síðan týsdagin hava hon og maðurin, Frank Polosek, ið er framleiðsluleiðari, tá hon ger film, koyrt við bili í oyggjunum.


- Fyrst í Tjørnuvík, har vit hittu spennandi fólk, sum høvdu opnað eina kafé við góðari fiskasúpan, og í dag vóru vit í Klaksvík og á Viðareiði. Vit eru bæði hugtikin av arkitekturinum og landslagnum, sum fella so væl saman, serliga tey svørtu húsini upp móti øllum litunum á hinum húsunum.


- Hiðani er míni foreldur, sigur Ute og peikar á Friedenstal tætt við Odessa við Svartahavið á týska globussinum í Námi. Í dag er tað í Ukraina, sigur hon meðan maðurin fotograferar okkum og sendir mær ein meyl við myndini. Stutt er millum heimarnar.


Ute, sum býr í Berlin, er útbúgvin á Ludwig Maximilians Universität og Hochschule für Fernsehen und Film í München. Vitjanin er partur av altjóða vinninginum á Nordic International Film Festival í Scandinavia House í New York í fjør, tá Ute fekk fyrstu virðisløn, Best Narrative Feature, fyri coming-of-age filmin Tiger Milch.

Tað er Visit Faroe Islands, ið hevur latið vinningin, sum er ferð og uppihald í Føroyum í eina viku.


Tiger Milch byggir á skaldsøgu hjá týsku Stefanie Mühlhan (f.1978). Undir navninum Stefanie de Velasco hevur hon ein cameo-leiklut sum sjúkrasystir í filminum, sum er søgan um tvær vinkonur, sum umframt alt annað eisini hava serskildan tokka til mjólk, konjakk og fruktdjús - tilsamans Tikaramjólk.


Tikaramjólksvinkonurnar eru Nini (Flora Thiemann) og Jameelah úr Iran (Emily Kusche), sum búgva í einum arbeiðarbýlingi í Berlin. Meðan tær eru upptiknar av sex, kærleika og rúsevnunm, varnast tær eitt morð og søgan fær eina nýggja vend. American Cinematique segði soleiðis um filmin:

“Wieland’s adaptation of Stefanie De Velasco’s best-selling novel skilfully relays the relevant social tension of the source material and draws performances from the young protagonists that offer an authenticity rarely seen in coming-of-age films.”

Við á filmstevnuni í New York var eisini svenska Isabella Eklöf (f.1978), sum við filmin Holiday varð kosin besti leikstjóri. Filmsfelagið vísti filmin í november í fjør. Tað er ein av bestu filmum eg havi sæð í fleiri ár, tí hann vísir á eitt nýbrot at siga søgur á filmi. Orsøkin er helst, at leikstjóri, handritahøvundi og høvuðsleikari eru kvinnur, sum ikki leggja petti í at vera politiskt korrektar, men velja at siga eina harðrenda mafiasøgu, sum vit higartil bara kenna frá aldrandi monnum sum Martin Scorsese (f.1942). Søgan gerst teirra egna og verður eitt spesifikt kvinnuavrik, sum til dømis í Dronningen. Danska Jeanette Nordahl (f.1985) ger tað sama við søguni hjá Ingeborg Topsøe í nýggja filminum Kød og Blod, sum verður frumsýndur næsta ár við Sidse Babette Knudsen í høvuðsleiklutinum sum mafiamamman Bodil á Amager. Tað tykist sum um ungu kvinnurnar nýdefinera og tí eiga ein nýggjan part av mest spennandi filmisku framtíðini á okkara leiðum.

Ute Wieland arbeiðir í løtuni við sjónvarpsfilminum Saat des Bösen eftir søgu hjá Tanju Weber og biografilmunum Paradise Lost eftir egnari søgu og Reusenheben eftir stuttsøgu hjá gamla Wolfdietrich Schnurre frá 1949. Frank Polosek tók myndina í Berlin av Ute Wieland niðanfyri.