Skip to main content

At stíga út á lyftið


Átrúnarliga orðalagið ríkar málið, eingin ivi um tað. Tak nú tíðindafundin, har kristni Miðflokkurin reið av miðgarði og pressaði nøkur uppáhald á verðsliga veggin, har hassjtagg kristinvirði stóðu niðast. At stíga út á lyftið kalla tey tað, tá litið verður á Harran, og hin rættrúgvandi befallar seg í hansara hendur og gevur upp alt verðsligt starv, nú tey halda, at Føroyar eru farnar av kós.

Tá eigur ein at lesa Sálmin 37,3 um at líta á Harran og gera tað, sum gott er, liva í landinum og tó halda seg burtur frá verðsligari makt, ið bara hevur girnd sum grund.

Tá umræður at døma onnur og føra seg sjálvan fram um hin dømda, eigur til áminningar at verða lisið í Matteusi 7,1-2 Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd, og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált.

Er úrslitið av verðsliga valinum tó soleiðis, at hin rættrúgvandi kemur til kors og fær ikki sess teirra heilagu, eiga øll samvalevni at vera um hin óvalda og troysta hann við dropatiknum drykki og troystarorðum Sálomon kongs: - Gev honum sterkan drykk, sum er undirgangi nær, og honum vín, sum gongur við sorg í sálini! Lat hann drekka, so hann gloymir armóð sína og minnist ikki møði sína longur!

Skal tingarbeiði ikki verða stýrt av opnum og gjøgnumskygdum fólkaræði, men av døktduldum kreftum, sum førbøn, hondspáleggilsi og øðrum voodookynstri, ið skal gera av, hvør kemur á ting fyri jarðiska løn, fundarpening, koyripening, eftirløn og bíðipening - og ikki savnaðun ágóða í himli, sum sagt verður á hinum talarastólinum - so eigur at vera farið har út við Strond at halla seg til vitni hins heilaga Jehova, ið ikki blanda seg uppí verðsligt vald, og bara vaska vindeygu.

Tí sigi eg tykkum, farið heldur og vaski vindeygu enn at stilla upp. Tá stíga tit út á lyftið.