Skip to main content

Bygdirnar draga, siga ferðafólkini


- Tað eru føroysku bygdirnar, sum draga, sigur virðislønti ferðabloggarin Eric Stoen, sum var her í farnu viku við 11 ára gamla soninum.

- I used to work in healthcare, but was - not so secretly - addicted to travel. I would always post about family trips on Facebook, trying to inspire my friends to take their kids to crazy places too. Then in 2014 I quit my job and started this website to inspire more people.

Síðan hevur Eric Stoen skrivað ferðabloggin Travelbabbo og gevur á Føroyaferðini í farnu viku Odu W. Andreasen toppkarakter fyri Mykinesferðina, sum er skipað undir navninum Go Local.


Á einum greiðum øðrum plássi er bygdin við Gjógv, sigur ferðabloggarin, sum hevur vitjað í fleiri enn 90 londum og altíð er praktiskur og upplýsandi fyri lesaran, eisini um minni heppin og ikki sørt kritisk viðurskifti á ferðini, men ikki hjá Odu, sum omanfyri hevur borðreitt við eksotiskari súpan fyri gestunum.

Niðanfyri sæst Maud Østerø av Trøllanesi, sum eg avmyndaði í fyrrárið.


Maud og dóttirin Anna, sum er kokkur í Áarstovu, eru farnar at selja tiltiknu Trøllaskinkuna í Kioskini á Trøllanesi.

Tær lata væl at søluni, og siga at bæði føroyingar og ikki minst nógvu ferðafólkini fegnast um at sleppa at royna heimsins norðastu turkaðu skinku saman við Múlaosti.


Tað var á heysti í 2017 at Jógvan Høj, sum hevur ættarbond á Trøllanes, og íverksetarin Johan Mortensen, lántu ein av Uttastovuhjallunum og hongdu 80 skinkur, sum hvør vág 4 kg, at turka.

- Tað vísti seg skjótt, at Trøllanes er góður staður at turka skinku. Eftir eitt knapt ár norðuri á Nesi, og síðan eftirturking í Klaksvík, er úrslitið ein væleydnað og vælsmakkandi skinka, siga ter báðir, sum halda fram at turka skinku og ost á Trøllanesi komandi vetur.


- Tað er hugaligt at stóra ferðafólkatalið út í Kallsoynna er við at menna hesa gastronomisku og staðbundnu attraktión á Trøllanesi, siga teir, og vísa eina mynd av katalonska Carles Puigdemont, sum saman við Høgna Hoydal fekk Trøllaskinkuna og Múlaostin at smakka í fjør.