13.8.19

Í Føroyum er filmur Unplanned


Føroyskir biografgangarar eru ikki sum onnur fólk. Í hvussu er ikki úti í heimi. Tí nú verður aftur ein amerikanskur filmur av andaliga slagnum frumsýndur í Evropa uttan danskan undirtekst. Frumsýningarstaðurin er Havnar Bio í Havn og heitið er Unplanned.


Sum sæst á myndin á Facebookprofilinum hjá biografinum, hava 50 ymisk fólk deilt boðini um sýningina, uttan at brúka eina krónu til lýsingar, ella at boosta, sum tey kalla tað. Útvið tíggjutúsund hava sæð boðini um sýningina, og tað er mest sum útselt eftir lítlari løtu.


Um filmin, Unplanned, sum bara verður vístur í Føroyum í okkara heimsparti, sigur biografurin soleiðis: "Tað einasta Abby Johnson ynskti, var at hjálpa kvinnum. Sum ein tann yngsti deildarleiðari hjá Planned Parenthood í Amerika, var hon sannførd um "fría vali" hjá kvinnuni - inntil hon ein dagin sá nakað, sum broytti alt."


Óansæð hvat filmurin snýr seg um, og um hann er fakta ella fiktión, so er filmur ein miðil, sum er munadyggur at brúka í øllum londum - bara filmurin sleppur at finna sín marknað og hevur frítt at fara. Gott, at Havnar Bio hevur eydnast so væl at dyrka ein nýggjan marknað, sum eingin visti av var til. Tað er, so segði hann, Unplanned.