2.8.19

Tá herverk verður gjørt á landið


Innan mánaðurin er úti, hevur løgtingsval verið í Føroyum. Tó er eingin myndugleiki, ið enn setur seg upp afturá at steðga jørð- og betongarbeiðnum í Saksun, har eitt himmalrullandi rimaportur við gulum gjaldsterminali er sett upp á einum vegi, sum onkur borgari, ið heldur eingin myndugleiki tá kundi steðga, hevur gjørt.

Himmalska rulliportrið hevur tað til felags við vegin, at tey dyrka art brut, tað ljótasta og mest brutala í allari landslagaðari installatiónslist beint upp at vøkru ánni, har Torstein og teir fyrr royndu við flugu. Soleiðis fer alt. Syft, sum ein fluga.

Í løtuni manglar bara víðkaða traktorrulliportrið, so er landslagsinstallatiónin fullkomin og fullgjørd. Tað hevur listamaðurin sagt í miðlunum.

Hvør hevur latið stuðul til hesa verkætlan? Tað kann so ikki vera Sunda kommuna, sum hevur ein skilagóðan og ítøkiligan mentapolitikk, har lurtað verður eftir borgaranum, tað eg veit. Og hvør skal beina fyri betongfundamentinum og allari listainstallatiónini, tá onnur koma til, sum hava eina aðra fatan av landslagslist?

Eitt hanagleiv longur suðri, har frammi við Gjónna, hevur ein matstova, ið er eins navnfrom og øll Saksunar søga, samstundis fingið forboð fyri at virka, tí ein hjallur, nýggjur fyri ein gamlan, er settur á lendið. Tað verður so ikki her at amerikanski forsetin verður flogin inn at eta, tá hann skal hitta løgmann eftir valið, tí tá skal matstovan verða burtur, burturvíst úr føroyskum haga fyri fyrsta september. Og dagin fyri hevur verið val. Landspolitiskt løgtingsval.

Hvønn skal man velja, sum ikki ger herverk á landið?

PS! Hetta er fyrstu ferð eg havi skrivað ein blogg uttan mynd. Tær vóru allar ov ljótar.