16.8.19

Trump og Arktis - stórveldispolitikkur í ríkisfelagsskapinum


Ólavur Dalsgarð, sum er stjórnmálafrøðingur, og arbeiddi við eini PhD verkætlan um trygdarpolitikk í Arktis, gestabloggar um Trump og Arktis í aktuellum ljósi:

Í sambandi við amerikonsku forsetavitjanina í Danmark 2. og 3. septembur, eru fleiri serfrøðingar frammi í miðlunum við gitingum um, hvørji ørindi Donald Trump hevur, og hvørja móttøku hann fer at fáa. At umboð fyri bæði føroyska og grønlendska heimastýrið eru boðin at luttaka á vitjanini, kann benda á, at ljós verður varpað á amerikanska áhugan í norðaru pørtunum av ríkisfelagsskapinum.

Hóast ein samtíðarmeldur á okkara leiðum, um nýggjar vinnumøguleikar og transarktiskar farleiðir samantvunnið við hugtøk sum veðurlagsbroytingar, náttúruvernd og burðardygga menning, eigur at havast í huga, at USA hevur eina heilt aðra geostrategiska tilgongd til arktiska víðøkið enn vit og okkara grannalond annars. Hesin munur kann væl merkja, at okkara væntanir um nýggjar handils- og samstarvsmøguleikar verða møttar við geopolitiskum krøvum um at fylgja NATO ásetingum um verjuútreiðslur og at varðveita status quo í Arktis - m.a. við at skerpa atgongd fyri onnur stórveldi.

Veðurlagsbroytingar í Arktis

Arktis er eitt tað sjónligasta dømi um alheimsupphitingina vit hava hoyrt um. Í 2016 var miðalhitin í Arktis 2 hitastig hægri enn miðalhitin í árunum 1960 til 1990. Økti hitin hevur verið ein jøvn gongd alla 21. øld og hevur m.a. havt við sær, at nøgdin av ísi í Arktis minkar ár undan ári. Her er talan bæði um tjúkdina og víddina á ísinum, og tískil er talan um at størri havøki verður atkomuligt í eitt longri tíðarskeið. Nógvir vinnumøguleikar verða tengdir at øktu atkomiligheitini í økinum. Mest umrøddu møguleikarnir hava verið troyting av náttúrutilfeingi og nýggjar farleiðir til farmaflutning og ferðavinnu.

Størstu frambrotini innan off-shore olju- og gassleiting og framleiðslu í Arktis í nýggjari tíð hava verið í Russlandi og norska partinum av Barentshavinum. Í Grønlandi hevur eisini nakað av leitivirksemi verið, men eins og í Føroyum hava oljufundirnir har ikki verið í framsleiðsluverdum vavi, og stóru útlendsku oljufeløgini løgdu fyribils árarnar inn í Grønlandi tá oljuprísurin raplaði í 2014. Útlendskir íleggjarar, úr eitt nú Kina, hava somuleiðis arbeitt við stórum verkætlanum í sambandi við námsvinnu á landi, og hava enntá boðið seg fram at byggja flogvallir í Grønlandi. Men hesar verkætlanirnar eru heldur ikki komnar veruliga ígongd.

Prudhoe Bay oljufeltið, ið varð funnið norðanfyri Alaska í 1967, er stórsta oljufeltið, sum nakrantíð er funnið í Norðuramerika. Stórar oljuútbyggingar fóru longu tá ígongd og varð oljan, ið varð leidd suður ígjøgnum Transalaska rørleiðingina, leingi av týdningarmestu veitingunum av eginframleiddari olju hjá USA. Men í mun til støðuna í Noregi og Russlandi, hevur minkandi ísurin ikki leitt til økt oljuvirksemi út fyri Alaska, hóast eitt gott grundarlag við eitt nú væl útbygdum infrakervi til framleiðslu annars.

Eisini hevur nógv verið tosað um transarktisku siglingarleiðirnar, ið kunnu stytta frástøðuna ímillum Atlantshav og Kyrrahav útvið 30%, í mun til at sigla ígjøgnum Suezveitina. Sjálvt í Føroyum verður  fylgt við í spenningi, hvørt skipaferðslan norðurum fer at økjast. Og eisini her vísur tað seg at vera á Norðeysturfarleiðini fram við arktisku strondini í Russlandi, at skipaflutningurin serliga stendur fyri vøkstri. Men tó, vøksturin av farmaflutningi eftir hesum leiðum er í stórstan mun innanríkisflutningur hjá russum, og tí kann ikki sigast at hetta er nær námind at verða eitt álítandi alternativ til leiðina ígjøgnum Suez og Panama veitirnar. Ein týðandi orsøk at ferð ikki kemur á altjóða farmaflutningin er, at farmaskipsvinnan er skipað á tann hátt, at bingjur skulu ikki bara flytast frá A til B. Ístaðin skulu skipini, sum sigla ímillum Asia og Evropa, taka ímóti, og avskipa farm í fleiri ymsum havnum á leiðini. Tí er eisini ein bygnaðarliga forðing í vinnuni at fáa lønsemi í farmaflutninginum norður um Arktis.

Stórveldispolitikkur og status quo

USA hevur sum áður nevnt eina munandi øðrvísi tilgongd til arktiska víðøkið, enn hini arktisku strandarlondini. Eitt er at USA hevur minni áhuga at menna ráðevnisframleiðslu í Arktis enn hini londini. Hetta er serliga blivi týðiligt eftir stóra frambrotið innan fløgugass (shale gas & oil) framleiðslu, ið leiddi til at USA fór frá at innflyta stórar nøgdir av olju og gassi til egi brúk, til at gerast nettoútflytari í 2011. Sostatt hevur USA ikki sama fíggjarliga áhuga at útvinna ráðevni úr arktisku undirgrundini, sum eitt nú Noreg og Russland hava.

Hesin skerdi áhugin fyri Arktis sæst eisini aftur í øðrum viðurskiftum, bæði um samanborið verður við strandarlondini og onnur stórveldi. Seinastu 43 árini hevur USA havt ein ísbrótara tøkan. Hetta hevur m.a. merkt, at USA í fleiri førum hevur havt fyri neyðini at biðja aðrar tjóðir við betri ísbrótara førleikum um hjálp. Av londum, sum hava betri ísbrótara førleikar enn USA, kunnu nevnast Russland, Kanada, Finnland og Svøríki, meðan onnur fjarskotin lond, sum Kina og Korea, eru um at yvirhála USA á hesum økinum. Í 2019 hevur kongressin tó samtykt at seta pening av at byggja tveir nýggjar ísbrótarar.

Men hetta er tó ikki tað sama sum at siga, at Arktis hevur minni týdning fyri USA enn hini strandarlondini. USA hevur hinvegin ein størri strategiskan áhuga í Arktis, enn fólk geva sær far um.

Undir kalda krígnum var strategiski áhugin væl sjónligari enn í dag. Eitt nú var NATO-støðin, við radarskýggjum og kuplum uppi á Sornfelli, partur av Distant Early Warning skipanini (DEW Line), ið skuldi ávara um møgilig kjarnorkurakettálop á amerikanska meginlandið. Harvið blivu Grønland, Ísland og Føroyar partar av eini buffarazonu hjá USA. Tá vóru navigatiónsskipanir til t.d. kavbátar somuleiðis tengdar at samskiftisstøðum, sum vóru á landi. Og eisini í hesum sambandi vórðu Loran-C støðir bygdar í bæði Føroyum og Grønlandi.

Kalda kríggið er møguliga ein farin tíð, og nýggj fylgisveinatøkni hevur tikið yvir leiklutin hjá bæði DEW og Loran-C. Men tað merkir ikki, at Arktis hevur minni strategiskan týdning fyri USA í dag. Verðuleikin er hinvegin, at USA hevur tað geopolitiska áhugamálið at varveita status quo í Arktis við tí fyri eyga, at halda onnur stórveldi burtur frá norðuramerikanska heimspartinum.

Amerikanski uttanríkispolitikkurin hevur tikið støði í Monroe doktrinini síðani 1823. Monroe doktrinin var ein allýsing av, at bæði Norður- og Suðuramerika vóru seráhugaøkir hjá USA, og at onnur lond ikki skuldu hava hernaðarliga ella politiska ávirkan í hesum heimspørtum. Endamálið var tá serliga at steðga hjálandavirkseminum hjá evropearum, men við nýkveikta áhuganum, eitt nú hjá londum sum Kina at gera íløgur í Grønlandi, og harvið keypa sær atgongd til norðuramerikanska meðinlandi, verður Monroe doktrinin aftur viðkomandi fyri amerikanska uttanríkis- og trygdarpolitikkin.

Við Monroe doktrinini hevur USA sett seg í eina heilt serliga støðu, ið einki annað stórveldi hevur megnað síðani statskipanin, ið vit kenna í dag, varð rótfest eftir “Friðin í Westfalia” í 1648. Tann støðan verður sambært offensivum realistum, sum er ein skúli innan altjóða viðurskifti, nevnd regional hegemony. Hetta hugtakið merkir, at øll stórveldi stremba eftir at vinna sær regionalt, og í summum førum globalt, yvirveldi. Tað merkir at ein “regional hegemon” er eitt stórveldi, ið er einaráðandi í sínum heimsparti, og at onki grannaland hevur møguleika at hótta hesa støðu. USA hevur tí havt ein landafrøðiligan fyrimun, ið hevur gjørt tað møguligt at gerast heimsins valdsmiklasti statur. Hyggja vit at øðrum søguligum stórveldum, t.d. Nazi Týsklandi, Keisaraveldini hjá Napoleon, Russiska Tsarinum og sjálvt Sovjetsamveldið, hava tey altíð havt minst ein valdsmiklan granna, ið hevur verið førur fyri at berja niður, ella balansera valdsmunin. Av geopolitiskum ávum, er høvuðsáhugamálið hjá USA í Aktis tí at varðveita status quo og harvíð sína trygdarstøðu sum regionalt yvirveldi í Norðuramerika.

Men stór ábyrgd fylgir eisini við leiklutinum sum heimsins valdsmiklasti statur. Umvegis NATO samgonguna hevur USA verið høvuðstrygdarveitari fyri allan Vesturheimin. Hetta merkir m.a. at lond sum Danmark kunnu frávelja sær kjarnorkuvápn, tí tey eru fevnd av trygdaravtaluni við USA. Men eitt krav fyri at sleppa undir NATO kjarnorkuskjólið hjá USA er, at limalondini binda seg at brúka í minsta lagi 2% av BTÚ til verju. Síðani Sovjetsamveldið fall í 1991, er játtanin til donsku verjuna støðugt minka úr 2,0% niður í 1,17% í 2017. Tí hevur verið ró fram undir, at ríkisfelagsskapurin hevur givið Danmark stóran avsláttur í NATO limagjaldinum. Men um hugt verður at verjujáttanini hjá øðrum NATO limalondum, bendir lítið á, at ríkisfelagsskapurin setur Danmark í eina serstøðu. Í 2017 vóru tað, umframt USA (3,6%), einans Bretland (2,1%), Estland (2,1%), Grikkaland (2,4%) og Póland (2,0%), ið hildu seg til NATO-samtyktina at brúka 2,0% av BTÚ til verju.

Donald Trump vísti longu í sínum valstríði á, at hann ikki metti hesa støðuna í NATO vera haldbara, og hann hevur í fleiri førum víst á, at tað ikki er rímuligt, at USA skal gjalda so stóran part fyri trygdina hjá hinum londunum. Fleiri dømi eru um, at Donald Trump tekur stór stig, at gera álvara úr sínum valretorikki og lyftum annars. Hann hevur bæði sagt upp kjarnorkuavtaluna við Iran og tikið USA úr París-sáttmálanum. Men tá tað umræður NATO snýr hansara retorikkur seg meira um at varðveita verandi geopolitisku støðuna, heldur enn at broyta tað stóru myndina. Tað er ein fyrimunur fyri USA, at fleiri lond í Evropa, og aðrastaðni við, eru lutfalsliga sterk hernaðarliga, tí hetta styrkir um verandi støðu hjá USA sum einasta regionala, um ikki globala, yvirveldi.

Miðlasøgur, at Donald Trump ætlar at keypa Grønland, eru í sjálvum sær veruleikafjarar. Men tær byggja ein geopolitiskan veruleika, sum sigur, at USA góðtekur ikki at lond sum Kina og Russland ogna sær politiska ávirkan í Norðuramerika umvegis vinnuligar íløgur o.a., eins og vit síggja tað í Afrika. Samstundis er Danmark ein av trúfastastu samgongupartnarum hjá USA, og tí er núverandi støða, har danska stjórnin t.d. sjálv velur at byggja flogvallir í Grønlandi heldur enn at lata kinverjar keypa seg inn tann vegin, góð fyri USA.

Tað kann lítil ivi verða um, at hóast Donald Trump fer at seta krøv til danir at økja verjuútreiðslurnar, so kemur ikki uppá tal at NATO samgongan, og góða samstarvið ímillum Danmark og USA, verða sett uppá spæl. Hetta tí at trygdarpolitiska serstøðan hjá USA er so tengd av at valdsjavnvágini í verandi heimsskipan verður varðveitt sum hon er, og í samstarvi við NATO samgongulimirnar.

Ólavur Dalsgarð, stjórnmálafrøðingur