Skip to main content

At verða sjálvstøðug ella ikki, er tað kanska spurningurin?


Nú verður kendasti leikurin hjá Williami Shakespeare (1654-1616) framførdur í Norðurlandahúsinum.

Føroyski leikbólkurin Det Ferösche Compagnie hevur gjørt alt húsið um til ein pall, tí leikurin Hamlet verður palsettur sum ein føroysk jarðarferð hin 8. november og fram.

Tað er Hans Tórgarð, ið hevur týtt leikin av nýggjum og leikstjóri er Búi Dam.

- Vit stremba eftir at skapa eina sýning, sum er eyðskild, øllum atkomulig, samstundis sum vit vilja vera trúgv ímóti ófatiliga kompleksitetinum og vakurleikanum í skaldskapinum hjá Shakespeare, sigur leikstjórin.

Til høvið hevur miðnámslærarin Marianna Hoydal gjørt undirvísingargongdir til føroyskt á miðnámi og hádeild. Leikararnir Kristina Sørensen Ougaard, Mariann Hansen og Hans Tórgarð greiða frá á filmi, og Sámal Soll, Theodor Eli Dam Olsen og Meinhard Jensen hava skrivað greinar, sum hava verið í Dimmu og sum úr ymsum herðashornum lýsa Hamlet.

Víst verður eisini til temasíðuna, sum Snar gjørdi til 400 ára haldið fyri Shakespeare.

Í fyrireikandi tilfarinum verður upplýst, at Hamlet er um ein dana, men hann er á føroyskum máli, leikurin. Ein føroysk týðing eftir Heðin Brú varð givin út í 1969, men tørvur varð at nútíðargera leikritið, siga fyrireikararnir, sum settu Hans Torgarð á uppgávuna.

- Hans er ein meistari í at mýkja og tamba málið uttan at tað upprunaliga hvørvur, verður sagt undan frumframførsluni.

Høvuðspersónurin, Hamlet, er danski prinsurin á Krúnborg Slotti. Men nú leikurin tekur við, er hann ein av okkum, og tað er líkamikið, hvaðani hann kemur. Hann setir okkara leiklut í Ríkisfelagsskapinum í perspektiv og fær okkum at spyrja: Hvørji eru vit?

At verða sjálvstøðug ella ikki sjálvstøðug, er tað kanska spurningurin?

Tilfarið, sum Snar hevur gjørt til temasíðu um Hamlet, er opið hjá øllum at brúka.

Her er temasíðan um Hamlet