Skip to main content

Feskari verður tað neyvan

Feskari enn livandi hummari verður tað neyvan í køkinum hjá Kára Kristiansen á loftinum í Barabara Fish House fríggjakvøldið. Hann er úr Kollafirði, er júst komin úr pápafarloyvi á øðrum sinni, og matgerð sjálvur triði í lítla køkinum, nú gastronomiski kalendarin sigur Fruites De La Mer, tað er Havsins fruktir. Kári er ein av átjan kokkum, sum eru í starvi hjá Gist & Vist. Eins nógvir, átjan, eru eisini kokkalærlingar í samtakinum.


Í staðin fyri à la carte, tað er at hava eina fasta matskrá, hava kokkarnir á Barbaru til hetta fríggjakvøld sett saman eina serliga skrá við einum úrvali av tí mest forvitnisliga úr føroyskum firðum, igulker, jomfrúhummara, jákupsskel og øðrum skeljafiski. - Øll rávøran er føroysk, sigur Sofía í Garði, sum er av Strondum.


Afturvið er vínskrá við Cava úr Penedès í Katalonia, Albariño úr Galisia, Alvarinho úr Melgaço í Portugal og Loureiro úr Ponte Lima í Portugal umframt dessert Cava úr Katalonia, kaffi og brandy omaná, sum John Mikkelsen hevur sett saman til perfektión og gevur sær stundir at greiða frá um.


Fyrsti av seks rættum er roykt øða, borðreidd køld sum gazpacho av iberisku hálvoynni. Svalliga portugisiska hvítvínið, sum er gjørt eftir sjampanjumetoduni heilt har norðuri í landinum, kallar fram og stuðlar upp undir ein langan eftirsmakk, sum bakgrundstónleikurin við sambarútmum, práti og glinti frá borðunum longur inni í matstovuni ikki gera verri. Hurðin gongur, tað regnar úti, men rúm er ikki fyri fleiri gestum, heldur ikki stórreiðarum, hóast nakrir ferðamenn rýma, tá tað gongur upp fyri teimum, at teir ikki fáa à la carte, men eru bundnir av føroyskum sjógæti, havsins heimligu fruktum. Teir fara í grannahúsini, har fólk úr Peru, sum búgva og arbeiða í Føroyum, halda sær at gamni.


Annað glasið er frá sama norðurportugisiska vínhúsi, feitt og smakkfult undir gómanum, og perfekt afturvið smakkfulla igulkerinum, sum er fíntmalið og lagt omaná evarska tunnar dálar av hvítarót og radisu, við einum dismi av lime, sum tú sjálvur skvisar omanyvir. Smakkurin fer móti ostru, sum er fremsta ímyndin av víðvillum havi, føroyskt igulker. Fyrr í vikuni tók Beinta á Torkilsheyggi, sum er av Toftum, hesa myndina av nýtiknu igulkerunum á sama borði.


So verður vínið mildari. Nú skal tað parast við jákupsskel, sum á øðrum spjótinum er rá, og á hinum er varisliga grillað. Afturvið eru smá epli og dipp, sum er fantastiska smakksterkt og hóskiligt til borðiskin, sum eg haldi vera hin besta, so nógv besta.


Útgerðin til júst at grilla, er nýggjasta útgerð, sum er komin í avmálda køkin á loftinum í Barbara Fish House, sigur Kári Kristiansen og letur meg sleppa at fylgja honum, meðan hann matgerð.

Eftir jákupskel kemur fyrst krabbi, steinkrabbi, við várleyki og eggjareyða, og síðan høvuðsrætturin, sum er jomfrúhummari, á borðini niðri undir.   


Omaná er sjerribudingur við melón. Til endans bjóðar John eitt svalligt glas við porto tonic. Ein stuttlig máltíð úr gastronomiska kalendaranum við havsins heimligu fruktum heima í Havn, har jákupskelin og tilhoyrandi sósin at dyppa í eftir mínum tykki var hin besti borðiskurin.

Næsta tiltak á gastronomiska kalendaranum er heystkvøld í Áarstovu fríggjakvøldið hin 25. oktober, tá heystið verður fagnað við alskyns feskum frá slaktinum.

Umframt at sita til borðs við góðum fólki, er tað hugvekjandi at sleppa at fylgja kokkinum, sum er ein sannur listamaður, og at fáa innlit í rávørurnar á avmálda plássinum.

Manga takk!