Skip to main content

Maður, hvussu hevur tú tað?


Maður, hvussu hevur tú tað? Soleiðis spurdi Fólkaheilsuráðið fyrr í ár. Spuringurin hekk tjúkkur í poppkornosandi luftini í biografinum í kvøld, tá nýggi filmurin Joker (Todd Phillips) varð frumsýndur fyri hópin av fólki, mest ungum.

Tónleikurin er frá fyrstu løtu eitt heilt univers fyri seg. Send in the Clowns, White Room, Smile, That’s Life og Rock and Roll við Gary Glitter. Eri sannførdur um, at vit eru í New York fyrst í 1980’unum, tí ein Brian De Palma filmur, Blow Out, sæst á plakatini. Og so brýtist eyðsýnda realisman við navninum Gotham City og Arkham State Hospital.


Vit eru í Batmanlandi og slettis ikki í veruliga stórbýnum, sum eins og Hong Kong í dag er um at bresta í ójavnaði og uppreisturi. Við patetiskum mammupráti heima og terapevtiskum konsultatiónspráti hjá sálarfrøðingi úr ræðandi dagbókasetningum hjá høvuðspersóninum - sum í huganum flytir okkum beint til Travis Bickle í Taxi Driver frá 1976 - verður ekstremt fiktivi Jokarasjangrufilmurin so nærverandi, at hann verður beint fram óunniligur. Fer undir húðina og tú kennir við mannfólkamisfostrinum, tá hann verður happaður, bukaður og miseydnast í einum og øllum.


Og tá hann - eins og svønleysi Vjetnamveteranurin í taxabilinum hjá Scorsese frá 1976 - tekur seg saman og skrivar í dagbókina, at her er ein, ið ikki fann seg í stórbýralortinum longur, men nú reisur seg upp og fer at rudda alla óhumskuna út - tá heldur tú við honum og fært hug at fegnast hansara vegna um alla hevnd, hann setur í verk, so tølandi er filmur.


Paraður við Taxi Driver er hetta mest skakandi mannfólkalýsing eg havi sæð á filmi. The Master (2012), eisini við Joaquin Phoenix, nam við sama desperata og ótillagaða mannfólkalyndi, sum hvønn dag vónaði, at eydnan var beint um hornið, bara hann slapp at tæna meistaranum og í hesum føri at upptraðka.


Og mín sann um ikki showmaster og vertur er Robert de Niro, gamli taxasjafførurin, sum fyri 43 árum síðan fór at koyra í einum gulum tikaralíknandi bili í stórbýarjungluni um náttina, tí hann hevði mist svøvnin og leitaði eftir onkrum, bara onkrum, at halda seg til fyri ikki at ganga heilt av verðini. Kanska fann hann tað í Kris Kristofferson sanginum um pílagrímin, har orðini siga, at hann er A walking contradiction, partly true, partly fiction.


Jú, eg haldi at filmurin um Jokarin eigur at verða knýttur at sálarheilsudøgunum hjá Sinnisbata í hesum døgum. Hann er alt ov órógvandi til at ganga harraleysur í gøtunum, miseydnaði Jokarin, sum stoytir tablettir í seg og ongan hevur at tosa við, tí heilsuverkið verður niðurlagað. Gotham City er nógv nærri enn tú heldur. Endan á filminum og interaktiónina við Robert de Niro mugu tit sjálvi síggja. Spurningurin hjá Fólkaheilsuráðnum ekkóar, tá eg komi út ur biografinum: “Maður, hvussu hevur tú tað?”