Skip to main content

Olga Tokarczuk og Peter Handke


Pólski rithøvundurin, Olga Tokarczuk, fær Nobelvirðislønina í bókmentum fyri 2018.

Virðislønin verður handað í ár, tí dómsnevndin var ikki virkisfør í fjør.

Við virðislønini fylgja 9 milliónir svenskar krónur.

Eitt stutt brot úr grundgevingini hjá dómsnevndini at geva pólsku Olgu Tokarczuk bókmentavirðisløn Nobels fyri árið í fjør er: ”För en berättarkonst som med encyklopedisk lust gestaltar gränsöverskridandet som livsform”


Eysturríkski rithøvundurin, Peter Handke, fær Nobelvirðislønina í bókmentum fyri árið í ár, 2019.

Tað varð eins og fyrru boðini kunngjørt á tíðindafundi á svenska Börshuset á middegi í dag.

Eitt stutt brot úr grundgevingin hjá dómsnevndini at geva eysturríkska Peter Handke bókmentavirðisløn Nobels fyri árið í ár er: ”För ett inflytelserikt författarskap som med stor språkkonst har utforskat periferin och människans konkreta erfarenhet.”

Eisini hann fær 9 millónir svenskar krónur.

Svenska Aftonbladet tvitrar, at ”Handke sägs ha varit mycket berörd av priset och fick inte fram några ord berättar Anders Olsson på pressträffen. Han var hemma i sitt hus när han fick beskedet. Tokarczuk var på bokturné i Tyskland när hon fick veta att hon tilldelats priset. Hon väntas delta på ceremonin i december, meddelar Nobelpriskommittén.”

Longu 10 minuttir eftir tíðindafundin vóru bøkurnar hjá pólsku Olgu Tokarcuk ovast á sølulistunum hjá Adlibris í Svøríki.

Í dómsnevndini vóru Anders Olsson, Per Wästberg, Kristina Lugn og Jesper Svenbro frá Svenska Akademinum, meðan tey sakkønu vóru Mikaela Blomqvist, Gun-Britt Sundström, Rebecka Kärde, Kristoffer Leandoer og Henrik Petersen.

Fyri Nobel Media hevur Niklas Elmehed teknað báðar virðislønarvinnararnar, tá teir á middegi í dag vóru kunngjørdir.

Dómsnevndin var ikki arbeiðsfør í fjør, tí vóru tvær virðislønir latnar í ár, ein fyri hvørt árið.

Her er biografiskur tekstur frá Svenska Akademinum um Olgu Tokarcuk.
Her er biografiskur tekstur frá Svenska Akademinum um Peter Handke.