Skip to main content

At sáa hugflog og heysta veruleika


Brot úr bloggi fyri trimum árum síðan, nú morgunsendingin í Útvarpinum minti meg á føroyska matmentan, og at John Gynther frá Arla vitjar í Føroyum komandi vikuskifti at læra okkum at granska smakkin í osti:

- Tey, ið sáa hugflog, heysta veruleika, sigur danski síðumaðurin, John Gynther, og greiðir frá um útferð í Mykinesi fyrr um dagin og døgurða á Koks kvøldið fyri.

- Tit hava alt beint uttan fyri dyrnar, ikki bara rávørurnar, men eisini lendið og náttúruna, sum hugtók ungu amerikansku og japansku døgurðagestirnar í Kirkjubø í gjár. Tey koma her einaferð í lívinum, hesuferð hjá tykkum, næsta ár onkra aðrastaðni, har autentisiteturin leiðir tey, sigur John, sum býr í Hedensted í Jútlandi og er mennari hjá Arla.


- Vit vóru á Trøllanesi og har hekk ein Kristusmynd á vegginum. Tað hugtók meg, tí so høgar sum aldurnar eru har, er greitt, at tað er eingin annar enn Gud, ið bankar á dyrnar hvønn dag. Virðingin fyri tilveruni er hugtakandi, tí eg haldi at tit liva í pakt við guddómligu náttúruna, sigur John, sum er eins hugtikin av Kierkegaard, italskum tankum um slowfood og marknaðarfyribrigdum sum movers og adapters.


- Movers eru uppfinnarar, íverksetarar og hugskotsfólk, sum Jóhan, hinumegin borðið, og so eru adapters, ið taka við og gera hugskotini atkomulig fyri ein avmarkaðan skara, sum aldri skal blíva hópídnaður, tí tá missa tit autentisitetin. Fimm prosent av hvørjum ættarliðið er nóg mikið, sigur John Gynter, og fiskar eftir nýggjum føroyskum orðum.


- Eg elski at smakka nýggj orð, sigur hann. Eftir ymsar søgur, gevi eg honum føroyska orðið Kontórshavn, og hann gevur mær danska orðið flexitar, sum hevur verið í donsku orðabókini síðan 2009. Tað er ein vegetarur, sum onkuntíð etur kjøt. Flexitar. Skilji á lagnum, at hesin bólkur, flexitarar, er í stórum vøkstri.

- Matur er ikki bara tað dna, sum er í fysisku vøruni framman fyri okkum, matur er fyri meg ein metaforisk uppliving, tað at seta orð á, sigur John.

- Ein bilur er ein bilur, men ein Fiat er ikki ein Ferrari. Eg eri kræsin, men ikki kravmikil. Mær tørvar bara at fáa fimm prosent av marknaðinum. Tað leggi eg meg eftir. Ikki meir, sigur John Gynther.

Hann var her við einum amerikanskum filmsliði í vár at filma Arla-ostarnar í Norðuroyggjum. Gongst eftir ætlan verður ostafilmurin úr Føroyum at síggja á Netflix innan árið er úti.

Tað grør um gangandi fót í føroyskari matvinnu og matlist.

Brot úr blogginum Flower Power í Fútastovu hin 20. august í 2016