Skip to main content

Bókmentavika í øllum Norðurlondum


- Sløkkið elektriska ljósið, tendrið livandi ljós og verið við í felags upplivingini, tá lisið verður upp fyri fleiri enn 150.000 áhoyrarum um øll Norðurlond mánadagin 11. november!

Soleiðis sigur fyrireikingarbólkurin, sum tríogtjúgindu ferð skipar fyri bókmentavikuni.

Ársins bøkur til upplesturin eru brot úr Veitslan hjá Babettu (Babettes gæstebud) eftir Karen Blixen, og sum Kirsten Brix hevur týtt til høvið, barna- og ungdómsbókunum Pippi heldur føðingardag eftir Astrid Lindgren og Heimurin hjá Suffíu hjá Jostein Gaarder. Hetta eru tekstirinir, ið valdir eru at lesa upp í ár, siga fyrireikararnir.

Tað eru Meginfeløg Norrønu felaganna, ið standa fyri verkætlanini, ið fer fram í viku 46 á hvørjum ári, og feløgini styðja á henda hátt uppundir upplestur, norðurlendskar bókmentir og norðurlendskt frásøgukynstur.

Árið í ár er heilt serligt, tí í ár kunnu Norrønu feløgini í Danmark, Noregi og Svøríki hátíðarhalda 100 ára stovningardagin. Norðurlendska ráðharraráðið stuðlar verkætlanini, meðan bókasøvn, skúlar og aðrir stovnar leggja karmar til. Samskiparabólkurin hjá Norðurlendsku bókmentavikuni, ið hevur umboð úr øllum Norðurlondum, velur bøkurnar, sum lisið verður úr.

- Tá tað er sum myrkast her norðuri hjá okkum, tendra vit livandi ljós og lesa eina søgu, er slagorðið handan tiltakið.

Fá íblástur til upplesturin:

Brotini, ið eru ætlað at lesa upp í ár, liggja tøk at taka niður hjá teimum, ið tekna seg til luttøku. Brotini finnur tú á øllum norðurlendskum málum, eisini føroyskum á www.nordisklitteratur.org

Á síðuni fært tú eisini íblástur til, hvat ið kann gerast burtur úr vikuni.

Vilt tú vita nærri? Far inn á wwwnordisklitteratur.org, les meir i um verkætlanina og tekna tykkara skúla, bókasavn, dagstovn ella stovn til luttøku. Kom og ver við at fagna norðurlendskum bókmentum og at halda í hevd siðinum at siga frá søgum! Okkum finnur tú á Facebook á Nordisk litteraturuge og á Instagram undir Nordisk_litteraturuge.

Tak lut í myndakappingini:

Marka myndir tínar við #nordisklitt19 og send tínar bestu myndir frá Norðurlendsku bókasavnsvikuni til Instagram ella á Facebook. Fyriskipararnir draga fýra hepnar vinnarar. Norrønu feløgini skipa fyri Norðurlendsku bókmentavikuni, ið verður stuðlað av Norðurlendska ráðharraráðnum og Nordisk Kulturfond.
 
Samband:
Umsiting: 
Anna Berg, verkætlanarleiðari
Foreningene Nordens Forbund
Teldupostur: projektleder@bibliotek.org
Tlf: +45 53 69 30 66

Samband í Føroyum:
Marjun Patursson, samskipari
Norrøna Felagið í Føroyum
Teldupostur: mava@kallnet.fo
Tlf. +298 516274