Skip to main content

Dagmar dugir


- Tú kennir okkum ikki, tað einasta tú kanst verða keddur av er, at personalið hjá tær ikki hevur gjørt tað, sum tey skuldu. Tað er tað, tú kanst vera keddur av.

Soleiðis fullu orðini um telefonina til danska fangavørðin í Nyborg Statsfængsel, tá 22 ára gamli ommusonurin hevði tikið sítt egna lív í danska vetrarkuldanum, og varð funnin klokkan níggju null trý, hangandi undur loftinum í klivanum. Kaldur.

Klokka og kalendari, tað riggar í almenna geiranum. Men ikki so nógv annað.

Enn einaferð hevur Dagmar Joensen-Næs prógvað, at eingin dugir sum hon at varpa ljós á avbjóðingar í Kafkaska samfelagnum, so almenningurin er við og skilir boðskapin. Og verður førdur inn í kompleksa problematikkin í søgugongdini og lívsrenslinum hjá einum livandi menniskja úr kjøti og blóði. 

Narrativið er einstaklingurin móti maktini.

Og tó, annað gerst ikki í einum opnum fólkaræðisligum samfelag. Eisini tá gjørt verður upp við ábyrgdarhavandi landstýriskvinnu, sum ein mánað eftir at høvuðspersónurin tók sítt egna lív, hevði funnið fígging til eitt starvsfólk. Eitt fólk. Í almenna geiranum. Bara ein lakonisk viðmerking uttan navn og frámerki. Men har liggur viðmerkjandi styrkin, sum er nóg mikil í sjálvum sær. Ikki meir, tí øll vita, tá vit hoyra kørgu orðini og síggja køldu fasadurnar. Eingin orsøk er at steina.

Hetta er heimligur heimildarfilmur tá hann er bestur, tí hann bítur seg fastan og siktið fer aldri av leið.

Ein sjáldsom visuell styrki, ja ein gáva til sendingina, er omman, sum eisini er mamma, og hin fosturmamman, sum báðar eru so opnar og beinraknar í samrøðunum, vælplaseraðar í stovunum millum málningar og prent, so sjálvt baksýnið gevur perspektiv.

Partur av narrativinum er, at í Føroyum eru heimligu stovurnar perspektivríkar, meðan almennu kontórini eru stoppiklossar við fløtum bakveggi. Framúr handverk.

Tað er aftur styrkin hjá Dagmar. At hon, meðan vit ikki síggja, hevur upphugsað visuell rúm og skapt trúverdug álitissambond, hyggjarans vegna við heimildarfólkini, innan so mikið sum hugsað verður um at tendra, altíð hyggjarans vegna, og ongantíð fyri at seta seg sjálvan í senu, bara fyri at ganga aftur og fram á staðnum, líkasum fyri at sannføra hyggjaran um, at tað passar, sum eg sigi, tað er her, tað hendi her, tí eri eg her, bara tí.

Hildin upp móti frásagnarkynstrinum hjá Dagmar og hennara framúr kamerafólki, klipparum, atgongd til privatar upptøkur og passandi suggestiva ljóðarbeiði, sæst hvussu sterk júst henda siðvenjan er blivin, og hinvegin hvussu veik tann vanliga sjálvísenusetanin í filmaðum føroyskum heimildum er, hvørt tað er í Degi og Viku ella í hóskvøldsheimildarfilmi, ja eisini í Ljóðútvarpinum. Hvønn velur tú at seta í senu, teg sjálvan, heimildarfólkið, evnið, og hvussu stýrir tú millum hesar mótpolar?

Nú eiga miðlarnir at taka evnið upp. Tí hetta er eitt átroðkandi mál, sum ikki skal sleppa at steðga. Ikki tí at ein einstakur persónur, miðil ella myndugleiki kann loysa málið í eini handavending, nei hetta er eitt nógv størri mál enn so.

Aktørarnir eru nógvir og heimildarfilmurin hjá Dagmar um unga Tóra er ein nýggj byrjan, sum er ektað, ótilgjørd og tó virðilig.

Í ómegdini fann hann sjálvur útgongdina, tá hann illa plágaður valdi at fara úr tíðini. Eg kann ikki góðtaka at tað er loysnin í okkara samhaldsfasta samfelag, hóast pápin var sannførdur um at tað fór at henda fyrr ella seinni. Nei, eg kann ikki góðtaka tað. Tí er heimildarfilmur sum hesin so týdningarmikil. Hann kann skapa nýggjar byrjanir.

Takk fyri innlitið, takk fyri avrikið!

PS! Takk til Jónu í savninum fyri at grabba mær myndirnar.