Skip to main content

Nú hvítna tindar


Hetta er útsiktin frá heimbýlinum. Ikki tí, tvey onnur røktarheim eru nærum eins nær, men nú var tað sálmurin og kavin í fjøllunum norðanfyri, eg hugsaði um og fokuseraði á úr Tórsbyrgi, og ikki so nógv Boðanesheimið, sum gamaní er fyrst fyri.


Við novembur kom kuldin og kavin aftur í ár. Og tá er lívsringrásarsálmurin Nú hvítna tindar, helst hin vakrasti í Sálmabókini, aftur aktuellur, hóast hann stendur allarbestur eitt vet fyrr á árinum, um heystið, um tað mundið tey hava eplafestival heima á Sandi og heystfagnað norðuri á Eiði, tá takkað verður fyri ávøkst úr mold, líð og havi, rætt sum tey fornisku ivaleyst gjørdu, og í takklæti at bera fongin og úrtøkuna inn í Harrans hús. Soleiðis byggir alt á tað, ið fyrr var, og nú verður gjørt tíðarbært.


Klaksvíkingurin Robert Joensen umyrkti sálmin og flutti hann í føroyskt mál og landslag í 1942, alt eftir danska Grundtvig, sum upprunaliga yrkti hann í øðrum skapi í 1844. Sigst, at tá hin ungi klaksvíkingurin var í Danmark, var hann til heystguðstænastu á bygd, tá kornskurðurin varð fingin til høldar. Í fagnaðarskrivi frá 1989, tá kórið Ljómur fylti fimmti, sigur Niels Juel Nolsøe, at eitt bundi stóð við hvønn kirkjustól, og júst hesin sálmurin, sum á donskum ljóðar Nu falmer skoven trindt om land varð sungin við lagi hjá Nebelong frá 1889. - Hann var hugtikin av hesum, og hetta hevur óivað verið við til at geva íblástur til hesa frálíku umyrking.

Á parkeringsplássinum møti eg teimum báðum bridgespælarum, Arnbjørn Sivertsen og Boga Simonsen, báðir við hundi frammanfyri bilinum við Mastiff áskriftini. Arnbjørn er farin at blogga, og Bogi er í hvussu er B36 og Liverpool viðhaldsmaður. Tað síggi eg á húgvuni og hálsturriklæðnum. Giti, at Arnbjørn er meira til HB og gittar. Annars sæst ikki vetur á teimum, hvørki monnum ella hundum.


Í bakkanum undir húsunum hjá Jens Petur og Lýtt stendur ein innflutt stauda, sum Turið í nummar 32, mín gamli næmingur Svanna, Karl Thomsen og Inga Simonsen siga er Sankthansurt, sum í orðabókini hevur fingið heitið Jóansøkuhjálpirót, á latíni Hylotelephium telephium. Poul Clementsen sigur eisini, at hetta er ein innsløgd stauda, ið stórtrívist í Føroyum. Um hon ikki stendur nóg ljóst, flaknar hon undir egnari vekt. Hon er vakrast beint áðrenn hon tørnar inn fyri veturin, sigur Poul. Í kuldanum í Tórsbyrgi stendur hon enn. So skjótt verður tað, at áttanda ørindi hjá Robert rakar hana. Myndin av henni er, eins og allar hinar, tikin í dag.


Heimkomin, henda fyrsta vetrardag kring Tórsbyrgi við hvítnaðum tindum, sum eru sjónligir úr heimbýlinum, er okkurt komið í postkassan. Tað er frá Traktatgrunninum og talar sum vera man fyri seg sjálvt. Blaði upp og sannføri meg sjálvan um, at sensurur hevur mest sum altíð havt eina grundleggjandi og skilvísa orsøk og ætlan. Í hvussu er her hjá okkum. Henda fína november seinrapart á heimrustini má eg við traktatini í hondini sanna, at eg gangi inn fyri sensuri. Í hvussu er av teksti og traktatum, sum taka kvørkratak um so vakrar sálmar, sum hann hjá Robert, Grundtvig og Nebelong. Har fuku øll tey fínu átta ørindini í nýkomna kuldanum. Orsøkin er í hondini. Tað er tað. Og einki annað.