13.12.19

Bestu filmar í 2019


Sjálvdan hava so nógvir filmar verið tøkir og møguligir at síggja sum í ár. Úrvalið í lokala biografinum, Havnar Bio, arthausfilmarnir í Filmsfelagnum í sama staði og so Netflix, kunnu á fyrsta sinni sigast at hava nøktað tørvin hjá tí mest frenetiska og lidinskapiliga cineastinum, óansæð aldur, kyn, útbúgving og aðrar preferansur. Her er alt til av nýggjum filmi, sum skapar kjak úti í heimi, og saknast okkurt, ja so kann tað skjótt skaffast frá veitarum, sum til dømis Camera Film í Danmark og Mer Film í Noregi.

Filmur, sum fyrr var bundin av óteljandi avmarkingum, so sum ovurhonds dýrum flutningi til útjaðaralandið Føroyar, er nú vorðin mobilur, kann flytast um landamørk og takast niður eftir lítlari løtu, bara loyvini og sambondini eru í lagi. So eru vit har, mitt í filminum.

Og so er at taka støðu til, hvat ein góður filmur er, og hvat, ið ger en film góðan. Mítt krav til hesar filmar, eg her havi valt úr rúgvuni í ár, er fyrst og fremst at teir eru nýggir, at teir hava verið vístir herheima í ár, og at teir onkursvegna eru neyðugir í einum vanligum filmskjaki, tí teir definera filmsmiðilin sum listagrein, savna fólk í biografinum, og aldrin horva afturá og bliva sjálvfeitir og líkasælir.

Nýggir og hugtakandi, kundi verið luftigu lyklaorðini fyri teir filmar, mær dámdi best at síggja í undanfarna ári.

Filmarnir eg havi valt eru allir úr skránni hjá Filmsfelagnum, sum í ár vísti 32 spildurnýggjar filmar, sum savnaðu heilt fitt av fólk í Havnar Bio, sum er heimabiografurin hjá Filmsfelagnum.


Besti filmur mær dámdi í undanfarna ári var Transit hjá altíð spennandi týska leikstjóranum Christian Petzold. Filmurin var ein rebus, sum í ymsum tíðum og uttan at skifta tíðartapet, vísti flýggjandi flóttan, sum altíð er okkara millum, og ikki bara er eitt úrslit av náðileysari nazismu undir konsentreraða krígnum fyri 75 árum síðan og sum vit langt síðan hava lagt lok á. Nei, hann er tíðarleysur, flóttin. Er altíð har, og krevur okkara uppmerksemi. Ein avbjóðandi filmur, sum er so týdningarmikil í Nútíðarevropa, sum eingin annar, og sum júst tí liggur leingi á.


Næstbesti filmur í ár var norski Út at stjala ross, sum Hans Petter Moland leikstjórnaði eftir kendu skaldsøguni, sum eisini er týdd til føroyskt, og arbeiðir við ymsum tíðarløgum, samtíð og tátíð. Fotograferingin, rúmljóðið og tónleikurin vóru so opinberandi hugtakandi í Havnar Bio, at hesir tríggir reint tøkniligu tættir gjørdust livandi og kundu metast sum sjálvstøðug leikaraavrik.


Trongt er at draga filmar í ár fram um aðrar, so góðir hava teir verið, men upp á eitt triðja biograffilmspláss má eg draga nýggjasta og sjónliga sjálvævisøguliga filmin hjá spanska litmeistaranum Almodóvar Pína og heiður. Og her er uppaftur ein filmur, sum er fortaldur í ymsum tíðarløgum og letur hendingar gjøgnum tíðina knýta nýggjar søgur og skapa eina hugtakandi framdrift og samstundis laga karmar fyri nýggjari fatan, so tú fert ríkaður út úr litfagra biografmyrkrinum.


Á fjórða pláss seti eg filmin hjá lutfalsliga ókenda Rupert Goold um sang- og filmstjørnuna Judy Garland Judy. Nógvir filmar um sangstjørnur hava verið frammi seinastu árini, kanska alt ov nógvir, og hetta slag av filmi, antin teir eru strangir heimildarfilmar ella fríari fiktiónsfilmar, ið byggja á eina givna ævisøgu, sum Amy Winehouse og Bjørn Afzelius, hava verið tað slag av filmi, sum seinastu 6 árini hava savnað nógv flest fólk fyri hvørja syning bæði í Filmsfelagnum og í Havnar Bio. Afturkomna stjørnan í spælifilminum Judy er avgjørt Renée Zellweger, og so er tað írska Jessie Buckley, ið er umboðskvinna og fixari, seinastu árini í lívinum hjá Judy, meðan hon er í London og alt rennir út, eisini lívsmegin og evnini at halda í veruleikanum, tá barnaminnini úr Hollywood treingja seg á. Jessie sóu vit eisini í Beast av oynni Jersey og skjótt verður hon sjálv stjørnan í Glasgow country filminum Wild Rose, ein stjørna at leggja merki til er hon. Judy er mest nemandi ævisøguligi tónleikafilmur av fiktiónsslagnum eg havi sæð í mong ár.


Føroyskir heimildarfilmar hava í ár funnið nýggjar pallar, sum hava givið smalum heimildarfilmi nýtt og munin breiðari lív í biografi. Í hesum høpi havi eg hug at nevna Verkir hjá systrunum Karinu og Theresu Jákupsdøtur, og so drúgva heimildarfilmin hjá útvarpsmanninum Súna Merkistein Eg reið mær avstað. Tað eru óbetaliligar løtur at síggja og hoyra heimligar filmar sum hesar báðar mitt í eini fólkamongd, sum livir við í sagdu søguni. Lívsjáttandi og heimliga nærverandi í báðum førum. Tú fært innlit í partar av okkara egnu søgu, sum tú ikki ánaði vóru til. Framúr.


Tveir filmar, sum báðir svinga millum tað mjúkt nemandi og harðliga ágangandi, annar um ein mann og hin um eina kvinnu, eru hin íslendski Hvítur, hvítur dagur (Hlynur Pálmason) og hin danski Drotningin (May el-Toukhy), sum sló øll met og vann norðurlendsku Filmsvirðislønina. Íslendski mannfólkafilmurin er um at berja seg gjøgnum sorg eftir at hava mist makan, og danski kvinnufilmurin, ja hann er allan vegin eitt kvinnuavrik, er um at útinna makt í ytsta potensi. Skakandi filmar á hvør sín hátt, hesar báðar norðurlendsku frumkendu søgur, ið brúka náttúruna sum baktjald fyri tí sagda. Ikki minni skakandi var amerikanski stórbýar-mannfólkafilmurin Joker, sum Havnar Bio vísti, og sum í sjálvum sær var eitt aftursvar til gamla Taxi Driver, ið flestu aldrandi menn enn hava sum all time favoritt film.


Aldrandi Ken Loach hevur ofta verið frammi í Filmsfelagnum, ja heilt aftur í 80'unum og longur, tá vit vístu Kes og aðrar perlur, og síðst tá vit vístu hin harmdarrandi I, Daniel Blake saman við Arbeiðsloysisskipanini. Fyrsti filmur í jólamánaðinum í ár var hin sosialrealistiski Sorry we missed you, ið leggur seg afturat rúgvuni við týdningarmiklum arbeiðarafilmum úr einum menniskjafíggindaligum Nútíðarbretlandi við gig-búskapi fyri lægstu stættina, ið eins væl kundi verið úr okkara egna býi, Havnini, har fæloysingar leita eftir bústaði, men hava ikki ráðini til nakað. Sanniliga, einki kann sum ein Ken Loach filmur mobilisera arbeiðarastættina og tey, sum er enn lægri á stiganum í kapitalistiska samfelagnum. Enn ein týdningarmikil filmur at vísa og at síggja.


Sjáldsama týdningarmikil var libanesiski filmurin Kapernaum (Nadine Labaki), um drongin, sum fór í rættin við foreldrunum, og stevndi tey fyri at hava sett hann í verðina, so ólivilig var tilveran hjá honum og øllum, ið komu á hansara leið. Verðin vaks í biografinum, tá Filmsfelagið tendraði fyri hesi skakandi søgu, sum ikki hevur sín líka í allari filmsøguni, tað eg veit.


Tríggir filmar, eg vil nevna at enda úr rúgvusmiklu skránni hjá Filmsfelagnum í ár, eru hin danski Før frosten tá høvuðsleikarin Jesper Christenen var til staðar og greiddi frá í sambandi við skeið, sum Filmshúsið skipaði fyri; ævisøguligi filmurin um litríkasta og helst fremsta myndlistamann í søguni Van Gogh - At Eternity's Gate og pólski Cold War, sum báðir sýndu hugtakandi myndlist á filmi, mitt í Havn, mitt í biografinum, mitt í myrkrinum, mitt millum øll onnur, ið elska film. Eitt gott ár við nógvum og góðum filmi er komið at enda, og enn týdningarmiklari filmar daga longu í havsbrúnni, fyrst og fremst hin norski Disco, sum eg haldi uppá fer at verða hin týdningarmesti nútíðarfilmur at seta á skrá í Føroyum.