Skip to main content

Einarin í einingi, sum eg einki visti um


Var hetta besta útvarpssendingin í ár? Tankin kom aftur til mín, nú fjórða og seinasta sending hjá Høgna Mohr í røðini Gamli maðurin og vatnið varð endursend í dag. Í hvussu er, var hetta tann einasta útvarpssending, sum í ár fekk meg at googla leingi eftir heimildarmanninum í sendingini, Tórfinni Hansen, hvar hann býr og hvørjum fólki hann er av.

Á heimasíðuni Porkeri.info gevur Torgir Strøm eitt greitt innlit í ættina hjá Tórfinni Hansen.

Ann Marie Mersohn tók báðar myndirnar av Tórfinni Hansen, sum ovast og niðast sæst í hvítari troyggju, og hon skrivaði um hann fyri Lake Superior Magazine í 2014 undir yvirskriftini That Old Boulder-Jumper, Finn.

Fyrst er at siga um miðlaframleiðslur, at tað, sum eg óforvarandi fái innlit í, og sum eg einki visti um frammanundan, oftast er besta søgan at raka við, óansæð hvør miðilin er. Er miðlaða innlitið harafturat menniskjansliga meiningsfult, fyri ikki at siga eksistentielt, og leyst av tíðarbundnum spillingspolitikki, fæst neyvan betri miðlaúrslit í heimliga almannavarpinum, treytað av at frásøgnin er greið, beint fram og knýtir seg at einum drúgvum lívi. Og so er tað røddin og málið, sum er lívæðrin og stevið í góðum útvarpi, ikki minst tá óspilta oyðimarkarrøddin fevnir um eitt langt føroyskt lív, ið sum skilst er livað úti í fremmandum einingi á klingandi heimaføroyskum. Tá eg so hoyri røddina syngja, giti eg, at hann man hava sungið nógv sum barn og ungur, heimildarmaðurin, at hava varðveitt eitt so gott føroyskt mál í óspiltu ellini. Nú verður sendingin ikki bara afturhorvandi hugfarslig um sigling í vandasjógvi undir krígnum, men alment lívsjáttandi við ríkum framtíðarperspektivum.

Tað er útvarpsleiðin at fara, hugsi eg, innan fyrsta tíggjuáraskeið í einogtjúgindu øld rennur út. At leggja nógv fyri, fáa nógv egg í kurvina, men bara taka tey góðu upp, og so at skriva seg sjálvan og vertsleiklutin so púra út úr søguni.

Siðbundni føroyski útvarpsmiðilin hevur leing havt stórar avbjóðingar, har kontururin, umhvarvið á sendingini er hin størsti. Hvar byrjar og endar søgan? Hvussu innbjóðandi er sendingin og hvør er relevansurin? Og so er tað tøknin. Hevur hon fleiri inngongdir, sum eg kann rógva aftur á, ta eg havi tíð, ella er hon klár og liðug, tá sendingin er komin á tíð eftir kunngjørdu skránni, og útvarpsbylgjan ber mær hana, talgilda ella samgilda, meðan øll lurta í senn og ikki sum harragudveit eina aðruferð á einum øðrum stað tá eg geri okkurt annað?

Útvarpsmiðilin, sum er besti biografurin, skal styrkjast við góðum sendingum. Eingi uttan vandin útvarpsfólk sjálv gera góðar sendingar og definera sum frá líður prime time á heimligu útvarpsskránni. Soleiðis er tað.

Hesar fýra sendingar vóru í ár greið boð uppá góðar, kanska bestu, útvarpssendingar av siðbundna slagnum, sum eg elski, men samstundis við einum greiðum framtíðarfarra, konturi, sum bara forvitni formidlarin í okkara stað og hansara vandna hond kann stýra. Forvitni og ein vandin hond, altíð í okkara stað, tað er tað.

Meðan vit takka fyri tað útvarpsfarna, vóna vit at fáa eitt enn betri útvarpsnýggjár, tí tað duga vit sum fá at gera, gott útvarp!

Gott útvarpsnýggjár!