Skip to main content

Her er fútabannaða samrøðan


Erikur Lindenskov skrivar á in.fo í dag, at hetta er tað, sum Kringvarpið vegna fútabann ikki sleppur at fortelja um Huawei, men sum hann kortini kann endurgeva úr danska blaðnum Berlingske, sum í dag hevur kunngjørt útskrift av samrøðuni, sum Kringvarpið av tilvild fekk upp á band hin 15. november í ár, tá Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, og Herálvur Joensen, aðalstjóri, samskiftu um Huawei og hóttanina frá kinesiska sendiharranum í Danmark, Feng Tie.

»Herálvur: Segði eg tær, at kinesararnir vóru her?

Helgi: Ja, teir skuldu koma

Herálvur: Teir høvdu fund við Jenis tíðliga um morgunini, tí Jenis skuldi av landinum. Og við Bárð og Jørgen. Hann hevði beinleiðis knýtt málini saman. Altso, um... um Føroya Tele undirskrivaði avtalu við Huawei, so stóðu allar dyr opnar fyri fríhandilsavtalu við Kina.

Helgi: Okey

Herálvur: Men Bárður hevði verið rættiliga kategoriskur og hevði sagt, at vit ikki kunnu blanda... at vit ongantíð blanda okkum í tílíkt. Vit ætla ikki at blanda okkum í hetta her.

Helgi: Okey

Herálvur: Og eg skilti tað soleiðis, at tá tann kinesiski sendiharrin tók samanum, so hevði hann sagt, at um tað ikki bleiv hetta, so verður heldur eingin fríhandilsavtala.

Helgi: Okey

Herálvur: Samstundis skilji eg av øllum frá teimum í uttanríkistænastuni, at Verjumálaráðið, og kanska Forsætismálaráðið, hava latið skilt, at tað nokk var best, um vit ikki valdu kinesararnar.«

Týðing: Eirikur Lindenskov

Giti fyri vist, heilt vist, at henda samrøðan verður fastur partur í teim jólafrokostum, sum eftir eru í ár.