Skip to main content

James Bond var her


James Bond var her, tað sigur Jógvan Joensen, festari á Kallsgarði á Trøllanesi.

Hetta hevur verið dult sum mansmorð, men orðini fullu í práti við Hall av Rana um ferðavinnu á útoyggj í sendingini Breddin í Útvarpinum í gjár.

Víðari sigur bersøgni bóndin í Kalsoynni, at einki uttan kvalir hava staðist av ferðavinnuni.

Men tá James Bond kom úr London og vitjaði her úti í fjør heyst, kendu tey allar mannagongdir um at ganga í náttúrini, til forskel frá øllum øðrum, sum gera tað sama. Øll loyvi vóru fingin, og James Bond og tey løgdu meira eftir seg, enn øll ferðavinnan hevur givið síðan hon tók seg upp fyri nøkrum árum síðan. Soleiðis segði festarin á Kallsgarði, Jógvan Joensen, í sendingini Breddin í Útvarpinum í gjár.

So er tað sambært Kringvarpi Føroya alment staðfest, at James Bond hevur verið í Føroyum og heilt nágreiniliga á Trøllanesi í Kallsoynni.

Havnar Bio vísir nýggja James Bond filmin No Time To Die hósdagin 2. apríl í ár.