Skip to main content

Nógv fólk í biograf


Ongantíð áður hava so nógv fólk gingið í biograf sum nú. Tað sigur Jákup Eli Jacobsen, sum rekur Havnar Bio, har Filmsfelagið vísir film hvørt mikukvøld..

Beint nú hava ikki færri enn 528 fólk sæð heimildarfilmin "Marianne & Leonard: Words of Love" í Filmsfelagnum.

Tónleikafilmar av hesum slag hava altíð verið serstakliga vælumtóktir í biografinum.

Fýra av døgunum millum jól og nýggjár vóru størstu dagar nakrantíð hjá Havnar Bio.

Mest sæddu filmar í undanfarna ári vóru:

1 Løvernes Konge
2 Avengers Endgame
3 The Birdcatcher's Son
4 Joker
5 Frost 2
6 Aladdin
7 Sådan træner du din drage 3
8 Spier Man: Far From Home
9 Star Wars: The Rise of Skywalker
10 Jumanji: The Next Level

Filmsheitini eru í flestu førum donsk, tí filmarnir verða sýndir við donskum undirteksti og eru frá donskum útvegarum.

The Birdcatcher's Son varð tó sýndur við føroyskum undirteksti.

Havast skal í huga, at nakrir av mest sæddu filmunum vórðu frumsýndir beint fyri ársskiftið og eru tó á topp 10 listanum fyri alt árið 2019.