Skip to main content

Tríggir filmar um Holocaust


Nám hevur gjørt tríggjar stuttfilmar um Holocaust, har føroyingar siga frá.

Kendi Útvarpsverturin, Petur Rouch, greiðir frá um ferð, sum hann og konan, Birgit, gjørdu til týska býin München at vitja samkynda sonin, Búa.

Tað var her at nazisman fekk undirtøku og fyrsta týningarlegan, Dachau, varð tikin í brúk.

Trýst á filmin og tú sært hann.


Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, sigur frá um tey, sum bera brek, og tí vórðu fyribeind í Nazitýsklandi undir krígnum.

- Í dag kundi tað verið eg og tú, sigur Tóra í eina stuttfilminum.

Trýst á filmin og tú sært hann.


- Visti tú av, at føroyingar bjargaðu jødum undir seinna heimsbardaga, spyr Maigun Solmunde í eina filminum á temasíðuni um Holocaust.

Trýst á filmin og tú sært hann.

Við einum skjalprógvaðum dømi, greiðir Maigun frá, hvussu føroyingar í Danmark hjálptu jødum at flýggja undan nazistunum undir krígnum.

Árni Øregaard, margmiðlasmiður, hevur filmað, klipt og sett saman.