Skip to main content

Øll vilja síggja film


Øll vilja síggja film, kendan og miðsavnaðan frá ógvusliga stórum stroymingartænastum, sum bjóða serliga børnum tað nýggjasta av tí nýggjasta, ikki so nógv við fólkaupplýsing, sum við egnum vinningi fyri eyga.

Tíðin við fólksligari upplýsing av publicservic-slagnum í lokala skúlanum, mentanarhúsinum ella bókasavninuum er farin.

Rákið er beint øvugt av tí individualistiska, sum er frammi allastaðni, har tað verður billað okkum inn, at við at velja í okkara egnu stovu, so eru vit harrar yvir allari tilgongd av undirhaldi, tíðindum og informatión. Halda vit, tí útbjóðarin sigur tað vera so.

Tað løgna í tíðini er, at samstundis sum alt ber til í kjalarvørrinum av tankanum um at spjaða og demokratisera útbreiðsluna av talgildum miðlum - information wants to be free - er útboðið meira miðsavnað og stýrt av eftirliti og gjaldtænastum enn nakrantíð áður.

Nýggjasta er, at í ein ársfjórðing er tað eydnast stroymingarrisanum Disney+ at fáa 28 milliónir haldarar og at gera tað til tíðindi, tí tað skrivar norski netmiðilin tek.no í dag. Amerikanski netmiðilin The Verge upplýsir samstundis, at filmstroymingartænastan Netflix, sum vit helst kenna best, hevur 61 milliónir amerikanskar haldarar, og at gongdin hjá Disney+ er langt omanfyri allar kendar vónir og ætlanir um at vinna sær ein marknaðarpart. Tað eru tíðindini. Og danski netmiðilin Flatpanels veit at siga, at í mars í ár verður Disney+ eisini at síggja í Evropa.

Norski netmiðilin tek.no sigur, at heilt nágreiniliga 24. mars í ár, tað er dagin eftir Norðurlandadagin, sum einaferð var stórur, tá fer Disney+ at síggjast í Stórabretlandi, Írlandi Fraklandi, Týsklandi, Eysturríki, Spania og Italia. Í summar kemur tænastan til Noregs, har tað fer at kosta sjey evrur, ella 71 norskar krónur, um mánaðin hjá fýra brúkarum at síggja Disney+ samstundis.

Næsta ár fer Disney eisini at senda frá Hulu til fleiri lond í heiminum. Við ársenda 2019 vóru 30 milliónir Hulu-haldarar.

Danski biografurin Grand Teater í miðbýnum í Keypmannahavn er eisini farin at stroyma inn í heimabiografin, so altíð til at hyggja eftir góðum aktuellum filmi.


Biografstjórin, Kim Foss, sum eg avmyndaði í Svendborg í august, sigur í hesum sambandi, at "Der er flydt meget vand i åen, siden Grand Teatret åbnede anden juledag 1913. Med over 100 års erfaring med kvalitetsfilm mener vi at ligge inde med nok viden og filmkærlighed til også at favne filmkigningen derhjemme. Udbuddet på Grand Hjemmebio er - som i biografen - nøje udvalgt efter, hvad vi synes er det absolut bedste på filmfronten."

Eftir stendur, at øll vilja síggja film. Gamli trúfasti áskoðaraskarin er ikki horvin, hevur ikki mist forvitnið, ei heldur pengapungin. Áskoðaraskarin, sum vil síggja film, er so pengasterkur, at allar stroymingartænastur vilja eiga og støðugt tryggja sær atgongd til hann. Lukkutíð tryggjar vinnuligi áhugin samstundis, at útboðið av filmi og nýggjum filmiskum frásøguhættum á støðugt nýggjum pallum verður foredlað og fínkað - og alla tíðina førir til nýggjar filmiskar upplivingar.

Soleiðis gongur alt hond í hond - bara vit halda forvitnið intakt - og framhaldandi vilja betala fyri at síggja góðan film!