Skip to main content

Har vildi eg fegin búð


Meðan dunið frá eysturevropeiskum skipum rullar inn móti føroyskum langafríggjadagslandi, dagar hesin skjøldur upp úr bakkanum. Har vildi eg fegin búð, er mín fyrsti tanki. Geri up við meg sjálvan, at omanaftur skal gongutúrurin leggjast fram við hesum húsum. Tað er í fyrsta lagi eyðsýnda útsiktin og síðan byggisniðið í lendinum, sum fangar mín áhuga. Tílíkt sæst ikki í íbúðabygging í høvuðsstaðnum, sum er mesta at líkna við eitt klondike.


Fremmandu risaskipini á fjørðinum, fiskiskip og móttøkuskip, duna allan vegin tá tú gongur úti við Strond. Summstaðni slær eystandunið aftur og tú verður mintur á filmin "Breaking the Waves" (1996), har fremsti kvinnuligi offursleikarin er umborð á rustaðum skipum, sum skotar kallaðu klondikers.

Langafríggjadagsminnið um siglandi klondikers er langt síðan skolað upp á land og hevur heft seg alla staðni í býnum. Grefligast, tey árini Glasir varð í gerð, og alt uttan um fór at liva eitt nýtt lív, sum ikki var sæð fyrr, lívið hjá klondikers. Sami bústaðarsvullur fór at gera um seg eftir einum áli uppi í Hoyvík, og úti undir monumentalt vakra Kongavarða er sama hóttan fráboðað.

Bygging við íbúðum, fjølbýlishús, er nýggj í Føroyum. Her vilja øll eiga sítt egna. Í mong ár stóðu nýgift pør í røð at betala fyri at sleppa inn í Ítróttahøllina á Hálsi at síggja “Fót undir egið borð”.

Marknaðurin, og hvør ið ræður, er nógv broyttur seinasta tíggjuáraskeiðið.

Fyrsta veruliga íbúðabygging av hesum slag, eg veit um, eru lítið vøkru húsini úti á Fløtum, ytst við Landavegin, sum fyri eini fjøruti árum síðan ella meir, vóru bygd sum søluíbúðir fyri modernaða menniskjað í Havn.

Langt undan hesum, helst í fimmtiárunum, vórðu raðhús til verkafólkið bygd í Jóannes Paturssonar gøtu, í Hornabø og í túnunum í Eysturbýnum. Í sjeytiárunum skipaði kommunan fyri at arkitektteknaði hús vórðu bygd í Tórsbyrgi og á Berjabrekku. So komu eins væleydnaðu raðhúsini hjá Guttesen & Staksberg uppi í Hoyvíkshaganum, har eisini einstøk íbúðahús í dag tykjast standa seg væl. Ímeðan eru eisini komin raðhús og íbúðir úti undir Kongavarða, sum er í støðugum vøkstri, hóast tey tykjast skipaði og við framúr útsýni heim yvir býðin. Hesin tanki um skipan og at økið er skipað í lendinum, sæst ikki so lættliga aftur í mínum eygum uppi í Hoyvíkshaganum, niðan frá kirkjuni. Har er mest sum tað bera klondike, tambað heilt út í mark, so mest fæst fyri hvønn fermetur.

Á ein ella annan hátt hevur tað eydnast útleigarum í Havn at taka á seg leiklutin sum góðvildarmenn, akkurát sum teir ríkmenn, ið stuðlaðu listini í rennesansuni. Vælviljaðir góðvildarmenn.

Tí hevur orðfeingið verið merkiliga stuttkomið á hesum øki og hevur ongantíð sæst sum grafitti. Tað er ikki meir enn tú fært tikið orðið “íbúðahávur” í tín munn, tí hann er aldri komin upp at blása, tíansheldur komin í drepning, men hevur livað sítt javna undirgrundslív, millum tey, ið flyta av bygd í bý at læra og ganga uppá skúla. Og so koma børnini á tey, og gifting verður neyðug í borgarliga samfelagnum, sum í eini tíðarleysari Martin Joensen søgu. Undirgrundslívið í føroyska kjallaranum møtir einum tørvi.


Sum á arbeiðsmarknaðinum fáa vit náðifull orð, ið kunnu parast við bíbilsku hugtøkini um at geva og taka, arbeiðsgevari og arbeiðstakari, leigari og útleigari. Alt av náði og bara tær til fyrimunar, kæri ognarleysi leigari, nýkomin til býin.

Tí er tað eitt av størstu og mest miðvíst tilætlaðu politisku átøkum í einum samhaldsføstum samfelag á nýtestamentligari bíbliugrund at skapa bústaðir.

Tað er ein mannarættur, sum ikki fyrr enn heilt nýliga er komin til okkara. Trygt at búgva til leigu og kann henda eisini at fáa eina lutaíbúð.


Nýggjasta ætlan hjá núverandi Bústøðum er í minsta lagi 50 kann henda 70 íbúðir í støddini 50-100 fermetrar á Óðinshædd, við síðuna av grannskoðarafyritøkuni Januar, har Bústaðir, sum byggja á gamla Húsalánsgrunnin frá 1965, longu hava bygt 22 íbúðir í ovara borði í somu gøtu.


Tað var hon, bústaðarætlanin Óðinshædd II, ið fangaði mín áhuga langafríggjadag. Ikki tí, at eg ynski mær nýggjan bústað, búgvi frammanundan í nærumhvørvinum, men tí at sjónligt er, at bygt verður í lendinum, við øllum teim virðingum, møguleikum og bindingum, ið gera seg galdandi, tá bygt verður til fólk, ið vilja fáa, um ikki fót undir egið borð, so í hvussu er tak yvir høvdið og eitt liviligt umhvørvi, við tí sum koronatíðin hevur lært okkum - at halda frástøðu, keep a social distance - og ikki at verða rend um koll av óvæntaðum grannum, sum eingin visti av fóru at byggja beint upp fyri, og so eina hædd afturat, ella at ota seg inn á parkeringspláss, so klandrið verður um bilar og ikki fólk og teirra býli.


At halda frástøðu, to keep a social distance. Tað er eitt nýtt fyribrigdi, sum ikki sæst aftur á øðrum støðum í somu Havn. Kanska fer koronakreppan at læra okkum at hugsa annarleiðis, eisini á hesum øki, at fáa ein bústað, sum er liviligur, ikki bara fyri estetiska sansin og parkeringsplássið, men eisini fyri pengapungin.


Tað skal verða mín langafríggjadagsvón, at hetta fer at eydnast Bústøðum. Tí hetta er tað besta til fólkið, eg havi sæð.


Føroysk íbúðabygging, ið er til leigu og sosialt vendir ein brúkararættan veg, hevur hesa stuttu tíð, síðan Bústaðir blivu til, fingið so nógv asosial skot fyri bógvin, at her eigur politiska skipanina at verja borgaran móti profittmaksimerandi kapitalinum, sum so mong ganga ørindi fyri.


Hondfasta koronakreppan hevur ítøkiligani mint okkum á, at profittmaksimerandi kapitalurin er okkara broddbefongdi deyðafíggindi nummar eitt. Tí er umráðandi at rópa varskó, og síggja til, at politiska skipanin ikki loyvir enn fleiri klondikes í høvuðsstaðnum. Tað skal verða mín langafríggjadagsvón. Amen.