Skip to main content

Netið blívur betri, sjúkari samfelagið er


The Industrial Worker: Kapitalistiska pyramidan (uppslag 1911)

Í hesum koronatíðum uppliva vit úr sofuni og við fjarstýringini í hondini fleiri og fleiri funkur, sum vit ikki vistu av vóru til. Vit kunnu byrja við at staðfesta, at til ber hjá allar flestu at arbeiða heima, uttan at nakað liggur á láni, kanska tvørturímóti. Vit finna uppá alternativar samansetingar at bjóða viðskiftafólki nýggjar tænastur og møguleikar, koyra vøru út til tey, ið biðja um tað, og ikki at roksa ov nógv, tá felags starvsfundir eru á netinum, bara tað ikki er á Zoom ella Skype, men á Teams.

Til ber eisini at byrja dagin við at syngja morgunsang í felag, hvør sær, at lesa floygdu prædikuna hjá bispi á VP, fáa innlit í sunnudagsskúlavirksemi í Hebron, og um kvøldið at tendra fyri einum bryggjaríi, sum hevur kollektiva ølsmakking við einum undirhaldandi fólkatigslimi.

Heimabundna kreppan hevur skapt úttrykk, sum helst altíð hava verið har, men sum flestu okkara aldri hava varnast, í hvussu er ikki inni í okkara stovu, tí einki samskifti hevur verið millum tílíkar geirar og garðar.

Stættarsamfelagið, mítt yndisorð at hata, stættarsamfelagið, hevur forðað fyri tí, men bara í gerandisdegnum. Nú er gerandisdagurin settur á pausu, og vit upplíva mest sum alt umvegis netið.

Í løtuni, og so leingi sofan er brúkilig, eri eg størri fjeppari av netinum enn av gerandisdegnum, eisini tá eg leiti aftur til Dan Turéll og Halfdan E um júst gerandisdagin.

Amerikanski forsetin sigur, at USA vil ikki longur gjalda til Heimsheilsustovninum, og í stundini eru øll heimsins poppnøvn, sum hvør úr sínum horni syngja og savna eina rúgvu av peningi til sama stovn, sum tilafturskomna USA ikki vil stuðla. Stroymt á netinum.

Í heimbýnum eru bókaframløgur, tú ikki kundi verið fyriuttan, og filmsúrvalið hevur aldri verið størri og meira málrættað til meg sum brúkara, hóast eg eri ein av teim kræsnu. Her ber til at síggja alt, eru stundir til tess, eisini heimildarfilmin um Thomas Pikkety Capital in the Twenty-First Century, sum ikki bara er góður í allari almindeligheit, men eisini neyðugur, ert tú upptikin av stættarsamfelagnum. Og so sleppur tú undan at lesa hasa alt ov tjúkku bókina, sum bara er skrivað til tey tolnu og serstakliga klóku. Eg velji filmin, fólksins miðil.

Tað er heilt greitt, at íkomna heimsheilsukreppa fer at seta djúp spor millum vælferð og ta øvuta. Og tá eg skal leita í orðabókini hjá Sprotanum á netinum, finni eg ikki tað mótsætta av vælferð og vælferðarsamfelag. Kanska er tað bara gott, tí helst eru vit í betra endanum av vælferðini, men úti í heimi er summstaðni so illa stætt, at ikki eingang sjúkrakassi ella nakað, ið nær námindi líkist, er til staðar fyri veikasta borgaran. Til dømis í USA, sum í glitrandi filmstaðnum Los Angeles hevur nærum eins nógv heimleys og vit øll, ið byggja Føroyar. Tað lærdi Simon Reeve meg eina løtu á netinum. Og í Italia sæst á topplistum, at ein poppstjørna hevur ognað sjúkrahúsinum í Bergamo allar pengar fyri eina landaplágu. Hvørt klikk, sum tú gert, ger mun.

Hóast lítið ítøkilig, benda heimsmálini hjá ST á, at flúgving er størsta einstaka orsøk til Co2 útlát. Tí máttu vit halda uppat at flúgva til onga nyttu. Serliga verkamaðurin, sum síðan Spies fyri hálvari øld síðan fór at flúgva fyri lítið og lætt til Mallorka, og tí hevði glett seg til hesa árligu grísafest, meðan tey betri stillaðu kundu flúgva til Davos til teirra fyribyrgandi veðurlagsráðstevnur í egnum flogfari meðan nýpussaði luksusbilurin og hotellið bíðaði, væluppreitt av eysturevropeiskum arbeiðsgentum. Meðan hin fyrra søgan er uttan andlit, er hin seinna so týdningarmikil, at hon kemur beint í hvønn miðil. Soleiðis verður søgan skrivað í øllum bókum, segði Bertholt Brech í spyrjandi yrkingini frá arbeiðsmanninum í 1930'unum.

Men tað var ein alt ov long og fløkt søga at siga og sannføra skúlanæmingin um. Narrativið passaði ikki í nakra bók, sum betra borgarskapið hevur bygt upp, alt síðan skúlahugtakið sá dagsins ljós.

Við koronakreppuni eydnaðist kortini at steðga flúgvingini, ið higartil hevur verið mett sum størsta einstaka orsøk til Co2 útlát.

Næstir eru bilarnir, ið vit nú keypa og koyra í, eisini fyri at fara til guðstænastu, konsert og film, bara vit sita inni í honum, bilinum. Og nú kemur fram, at tað eru bilarnir, bilisman, ið er orsøkin til størsta Co2 útlát. Ikki eitt orð um rustikustarar á fjørðinum, sum hoyra til eina aðra heimsskipan.

Fyrsta og enn so nógv hin størsta staðfestingin av, at Føroyar ikki bara eru á netinum, men hava tikið netið til sín, heilt undir dýnuna, er Facebook. Føroyar eru eitt Facebook land, eins og tær eru eitt Microsoft land. Ert tú uttanfyri, eru teknologisk terroramboð at beina teg aftur á rætt í stundini.

Tað munnu vera fimtan ár síðan vit fyrstu ferð kundu enduruppfinna skriftligu framsetingina, góða gamla stílin, the essay, men uttan at lærarin og hennara reyði pennur var til staðar, onkuntíð í so stóran mun at síðan gjørdist eitt blóðbað. Mentanarliga frísett kundu vit nú skrivað á Facebook, tað vit vildu, og kunngerða fyri øllum okkara vinum, hvussu morgunin er, hvat vit hava sett okkum fyri og hvussu dagurin annars lagar seg, og hvussu sólin setur, við tínum egnu orðum og stavifeilum, uttan at reyði pennurin yvirhøvur sæst aftur. Ein fólkaræðisligur vinningur hjá tí veikast skúlaða og helst hin fyrsta lukkukenslan eisini, hóast farin um tey hálvthundrað, næmingurin. Í hinum endanum kunnu tey betri bjargaðu fara á virtuella luksusferð, hoyra Shakespeare upplisnan og smakka vín úr londum, tú einaferð vitjaði.

Men hvat verður úrslitið, tá henda kreppan er av? Hevur arbeðsgevarin tá lært, at hetta riggar fínt, og ein stórur partur av verkamannafjøldini, hin niðasti og minst faklærdi og kanska hin einasti við persónligari avgreiðslukontakt, kann sendast til hús, tí brúk er ikki fyri honum?

Fara vit at uppliva eitt púra nýtt stættarstríð, sum heimsmálini hjá ST við veikast hugsandi semjusøkjandi orðingum góvu greiðar ábendingar um, men bara tá vit eru væl skúlað, og duga at lesa millum reglurnar?

Er íkomna heimsheilsukreppan ein konkretión, ein ítøkiliggerð, av teim ávaringum, sum løgdu støði undir neyðsemjuna millum heimsins lond, tá tey samdust um seytjan heimsmál, uttan at taka størstu stríðsevni, tungumál og átrúnað, ið generera allan vápnaídnað, við?

Fer næsta stig í kreppuni at verða ikki bara afturvendandi terror av teknologiskum slag um forrit og pallar, men eisini ein endurreisn av Bábelstorninum við djúpum skotgrøvum uttan um?

Nei, best er at leggja seg á hina liðina og skifta kanal...

Pieter Breugel, eldri: Bábeltornið (um 1563)